Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er vorið sera trupult at finna eitt parkeringspláss, tá tú ferðast við bili í Miðbýnum í Havn í dag.

Ferðslan er nógv økt bara síðstu fáu árini, og sýnist hon at fara at vaksa enn meir komandi árini, og harvið koma parkeringstrupuleikarnir helst at versna munandi, um onki munagott verður gjørt.

Hetta skapar misnøgd og mistrivnað fyri okkara borgarar í Tórshavnar kommunu og ikki minst eisini fyri okkara handilsvinnu í Miðbýnum, sum missir inntøkur, um teirra kundar ikki fáa parkeringspláss nærhendis.

Fleiri valdir býráðslimir, bæði í meirlutanum og minnilutanum, høvdu nettupp parkeringsviðurskiftini ovast á breddanum í valstríðnum til býráðsvalið.

Tí vænti eg sjálvsagt, at allir býráðslimir taka undir við mínum uppskoti um at seta pening av til fyriteiking og projektering av parkeringshúsi á Skálatrøð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur alment boðað frá, at hann ikki tekur undir við einum parkerinstunnli, sum undanfarni býráðsmeiriluti annars arbeiddi fyri. Tí skuldi verið lagamanni, at borgarstjórin nú meldaði út, at hann og meirilutin vildu samtykkja at byggja parkeringshús á Skálatrøð.

Eitt komandi parkeringshús á Skálatrøð skal sjálvsagt fyrireikast væl, so at tað arkitektoniskt fellur væl inn í umhvørvið á staðnum. Uppskot fyriliggja í dag um hetta, so nattúrligt er at arbeiða víðari við hesum.

Borgarar í Tórshavnar kommunu kunnu heilt einfalt ikki bíða longur.

Parkeringstrupuleikarnir mugu loysast nú!

Nú má handling setast í staðin fyri føgur orð og gylt vallyftir.

Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo