Alan Pardew tekur við starvinum sum nýggjur West Bromwich Albion venjari, boða enskir miðlar frá í dag.
Hetta hendir, eftir at Everton eisini hevur boðað frá í dag, at tað hevur sett ein nýggjan venjara í starv - Sam Allardyce.
Alan Pardew tekur við eftir Tony Pulis, sum hevði verið venjari hjá WBA síðan 1. januar 2015.
Sáttmálin hjá Pardew er fram til endan av 2019/20 kappingarárinum.
Pardew hevur áður verið venjari hjá m.ø. Charlton, Newcastle og Crystal Palace. Hann varð koyrdur sum Crystal Palace venjari 22. desember í fjør.
WBA liggur í løtuni á einum 16. plássi í Premier League.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo