Parasport Føroyar: Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og er nýggja avtalan galdandi til 2023.
Hóast korona sjálvandi eisini ávirkar altjóða virksemi hjá Parasport, koyrir virksemi í Føroyum við fullari megi.
- Arbeitt verður áhaldandi við upplýsing, rekrutering, venjing, útbúgving og kapping, og fegnast vit um at vit seinastu tíðina hava sæð fleiri nýggj andlit í virkseminum, eins og flestu av teimum ið hava verið við eina tíð halda fram.
- Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast vit um samstarvsavtaluna við Skemmuna ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo