Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Parasport Føroyar: Tann 10. apríl eru 40 ár liðin, síðan ítróttasambandið fyri brekað, ÍSB, varð stovnað. Í dag kallast sersambandið Parasport Føroyar. Mong slóðbrótandi tøk hevur sersambandið tikið farnu fýra áratíggjuni, og eitt nú hava føroyingar verið við á níggju paralympiskum leikum.

 

Aðalfundurin hjá ÍSF samtykti í mars 1980, at fleiri nýggj sersambond skuldu stovnast aftrat Fótbóltssambandi Føroya, sum var komið í 1979, og ein mánað eftir aðalfundin komu fólk saman at stovna ÍSB í ÍSF-húsinum.

 

Stigtakararnir og tey, ið mannaðu fyrstu nevndina, vóru Egga Jensen, Jón á Steig og Eyðdis Eidesgaard. Høvuðsendamálið hjá ÍSB gjørdist at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt hjá teimum, ið bóru brek. Eisini skuldi arbeiðast fyri at knýta altjóða sambond.

 

Altjóða limaskap

ÍSB legði beinanvegin til brots at fáa altjóða sambondini í lag. Longu 2. desember í 1980 varð umsókn um limaskap latin altjóða felagsskapinum, ISOD. Í umsóknini bað ÍSB limalondini atkvøða fyri, at Føroyar fingu fullgildugan limskap í felagsskapinum.

 

Aðalfundurin hjá ISOD var í París í januar 1981. Við á fundinum var Eyðdis Eidesgaard fyri Føroyar. Føroyingar ivaðust í, um undirtøka fekst fyri limaskapinum, men tá atkvøtt varð, setti onki land seg ímóti umbønini, og klappað varð fyri nýggja limalandinum.

 

Íðkararar hjá ÍSB gjørdu fyrstu mongu árini nógv vart við seg í svimjing. Kristina Næss, Tóra við Keldu, Katrin Johansen, nú Dagbjartsdóttir, og Heidi Andreasen vunnu mong heiðursmerki í bæði noðurlandakappingum, EM-kappingum, HM-kappingum og á paralympiskum leikum.

 

Serliga stórur var dagurin 12. august í 1986, tá HM-kapping var í Gøteborg. Kristina Næss og Katrin Johansen vunnu tá gullmerkir í 50 m frí og 100 m rygg. Tær gjørdust sostatt fyrstu føroyingarnir, sum nakrantíð vunnu eitt HM-heiti.

 

Paralympiskir leikir

Føroyskir íðkarar vóru fyrstu ferð við á paralympiskum leikum í New York í 1984. Áðrenn setanina løgdu fyrireikararnir til merkis, at Føroyar vóru minsta landið á leikunum, og tí sluppu føroyingar at svørja tann paralympiska eiðin. Hesin heiður fall Ólavi Kongsbak í lut.

 

Føroyingar hava verið við á níggju paralympiskum leikum. Leikirnir hava verið í so fjarskotnum býum sum Seoul í Suðurkorea, Sydney í Avstralia, Rio de Janeiro í Brasil og Beijing í Kina. Aðrir býir, sum hava hýst leikunum, eru Barcelona, Athen, London, Atlanta og New York.

 

Líka síðan 1984 hevur ÍSF strongt á at fáa Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, at loyva føroyingum at vera við á olympisku leikunum. Hetta hevur tíverri ikki eydnast enn. Men altjóða limaskapurin hjá ÍSB elvdi tíðliga til, at Føroyar fingu avgerandi ávirkan í paralympiska samstarvinum.

 

Í 1989 var stundin komin at stovna paralympiska sambandið, IPC, at samansjóða øll sambondini, ið vóru. Hetta hendi á fundi í Týsklandi. Føroyar vóru við á fundinum, og sum eitt av 56 londum samtyktu Føroyar at stovna International Paralympic Committee.

 

##med2##

 

Special Olympics

Í 2003 fekk ÍSB limaskap í Special Olympics, ið er heimsumfatandi felagsskapur, sum ígjøgnum ítrótt virkar fyri at gera fólk við menningartarni virkin í samfelagnum og basa fordómum ímóti menningartarni. Eisini er eitt mál at fremja teirra heilsu.

 

Síðan 2003 hevur Special Olympics-konseptið verið týðandi partur av virkseminum hjá Parasport Føroyar og givið fleiri føroyskum ítróttarfólkum høvi at venja, kappast og vera við í smáum og stórum altjóða tiltøkum.

 

Fyrstu Special Olympics-leikirnir, føroyingar vóru við í, vóru í Dublin í Írlandi í 2003. Síðan hava Føroyar verið umboðaðar á leikunum í m.a Dublin, Shanghai, Athen, Los Angeles og Abu Dhabi. Føroysku ítróttarfólkini hava vunnið ein hóp av heiðursmerkjum á leikunum.

 

Sjálvstøðug feløg

Fyrstu nógvu árini virkaði ÍSB sum ein samanrenning millum ítróttarfelag, sersamband og paralympisku nevndina. Limirnir vóru úr vanligum feløgum og vandu annars í skipanum beinleiðis undir ÍSB og kvøldskúlum.

 

Í 2009 var fyrsta felag fyri fólk við breki stovnað. Tað var Svanur í Eysturoy. Árið eftir varð felagið Smæran í Havn stovnað. Í dag eru fleiri feløg, ið hava ítróttarfólk ella deilidir við fólki, ið bera brek, og samstarvið við onnur sersambond at fremja ítrótt fyri málbólkin er gott.

 

Navnið Parasport Føroyar

Eftir 37 ár undir navninum ÍSB samtykti aðalfundurin í 2017, at sersambandið skuldi skifta navn til Parasport Føroyar. Orðið parasport kemur av orðinum paralelt og verður eisini brúkt í londunum kring okkum at lýsa ítrótt fyri fólk, ið bera brek.

 

Í tíðindaskrivi, tá navnaskiftið varð kunngjørt, segði Parasport Føroyar, at nógv hevði verið kjakast í almenna rúminum um orðið brekað, og at fleiri vóru ikki fegin um tað. Umráðandi var nú at seta ítrótt og rørslu í miðdepilin, og tað skuldi gerast undir heitinum Parasport Føroyar

 

##med3##

 

Virksemið í dag

Tann 10. apríl kann Parasport Føroyar so hátíðarhalda 40 ára stovningardagin. Virksemið er størri enn nakrantíð, og ítróttagreinir, sum verða íðkaðar, eru m.a. svimjing, frælsur ítróttur, fótbóltur, fimleikur, borðtennis, boccia, triatlon, badminton og racerunning.

 

Framvegis er høvuðsmálið hjá Paraport Føroyar at veita øllum, sum bera brek, møguleikan at íðka ítrótt. Parasport Føroyar ráðgevur m.a. um, hvat slag av ítrótti hóskar best til teirra, sum vilja íðka, og um útgerð, sum krevst at koma í gongd.

 

Ítróttarráðgevin vitjar eisini skúlar og stovnar og skipar saman við venjarum fyri tiltøkum at fáa fleiri at íðka.

 

Paralympisku leikirnir skuldu ætlandi verða í Tokyo í summar. Hesir leikirnir eru útsettir til 2021 orsakað av korona-sóttini, men tá leikirnir í Tokyo væntandi verða settir næsta ár, verður tað vónandi 10. ferðin, at Føroyar eru við á paralympiskum leikum.

 

Tøkk

Parasport Føroyar ber á 40 ára stovningardegnum øllum, ið á ein ella annan hátt hava verið við at bera felagsskapin framá, eina heilsu og tøkk.

Ítróttarfólk, venjarar, sjálvboðin, stuðlar, stuðlafelag, kvøldskúlar, ítróttarfeløg, sersambond, ÍSF, kommunur, land og onnur eiga øll á ein ella annan hátt lut í, at Parasport Føroyar hevur kunnað virkað farnu 40 árini.

 

Til tey áhugaðu er heimasíðan www.parasport.fo dagførd við einum úrvali av myndum og tíðindagreinum frá virkseminum seinastu 40 árini.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo