Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri stuttum kom eitt undirluta-gleps frá Sveini Átja Ellefsen á Vágaportalin, har hann skýrir okkara fólkatingsmenn fyri biddarar, tí teir heilt legitimt hava útvegað stuðul til ALMENN føroysk projekt.

Hesar veitingar koma væl við, har teir lokalu musklarnir ikki altíð kunnu røkka.

Hetta er fyri positivt hugsandi fólk ein stór og kærkomin hjálp og ein hollur fyrimunur.

Tað er avgjørt eisini í tí anda, sum Petur Mohr Dam ætlaði, at hansara politiska bragd í síni tíð við heimastýrislógini skuldi fungera.

Hann ynskti at beina fyri allari konfrontatión millum Føroyar og Danmark. Hann ynskti og virkaði fyri symbiosu millum tvey fólk, sum bara kunnu gagna hvørjum øðrum við mest møguligari samvinnu.

Tí skullu Edmundur og Sjúrður hava stóra takk fyri, at teir eru pragmatiskir VAKSNIR menn, sum duga at gagna okkum í tí Ríkisfelagsskapi, vit eru ein fulkomuliga natúrligur partur av.

Eingin grund til paranoia og undirlutakenslu.

So kunnu Sveinur Átji og líkar lúna sum fornermaðir smádreingir og kalla teirra opponentar fyri biddarar. Tað er ússaligt og níðingsligur atburður.

Men formaður tjóðveldisflokksins hevur í fleiri ár skammleyst sent Tí danska Fólkatinginum eitt servilt og undirbrotligt biddaraskriv um studning til sína politisku sekt. Hví nervar tað ikki Svein Átja?

Nei, harra Ellefsen, lat okkum kveita bara ca. 15 ár aftur í tíðina - TÁ var sanniliga systematisk bidding á Christiansborg.

Tá grótu, biddaðu, bønaðu og venaðu harra Høgni Hoydal, fólkatingslimur og tveir grønlendskir ditto seg um at fáa DANSKAR serveitingar til teirra undarliga Norðurlendska spælibólk á Fólkatingi.

Teir høvdu ikki formellan rætt til pengarnar, tí teir skuldu vera fýra í einum slíkum bólki, men teir biddaðu, DONSKU fólkatingsstjórnina um dispensatión til SER-veiting.

Hvis vit skullu fylgja tygara logikki, hr. Ellefsen, so var tann gráturin eftir donskum fólkatingspengum ovurfrek og heilt illegitim BIDDING.

Hvat skullu vit kalla slíkan atburð?

Tað er ikki nokk at skýra slíkt bidding, tað er reguler undirbrotlig snulting,

Tað vóru jú PRIVATøkonomisk tiltøk, sum Fólkatingið bleiv bønað um, og ikki nakað, sum gagnaði vanligum borgarum.

Annars er tjóðveldisflokkurin við Jonhardi Mikkelsen og Hansi Sølvará við at tøma danskar fólkatingskassar fyri at útvega pening til eina tjóðveldissøgu (sic).

Bæði mannminkandi og láturligt!

So lat forargilsið blíva í Sandavági, hvis tygum ikki tora at karakterisera ta nationalistisku biddingina við røttum navni.

Virgar Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo