Eitt føroyskt par sum hevur sitið varðhaldsfonglað, skuldsett fyri harðskap ímóti einum pinkubarni, hevur fingið varðhaldsfongslingina longda í fýra vikur afturat, ímeðan politiið ger fleiri kanningar í málinum.
Pinkubarnið er lítið meira enn tríggjar mánaðar gamalt, og harðskapurin var av serliga grovum og ógvusligum slagi. Revsiramman í lógini, sum parið kann blíva dømt eftir, er fongsul í upp til 10 ár.
Talan er um eitt føroyskt par.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo