Í sendingini hugleiða teir báðir um farsóttina ið herjar kring heimin.
Teir kjakast um korona fer at skapa fleiri hjúnaskilnaðar, fleiri nýføðingar. Fara vit at megna at sita inni í tvær vikur?
Pápin vil vera við at um ein skal hava korona virussið, so er frægast at fáa tað nú, áðrenn hospitalið verður á tremur. Hetta og nógv annað hugleiða feðgarnir um
Fá tær kaffi - ella okkurt annað gott í krússið - og fá eina góða løtu við hugnaligum práti.
Pápi og Eg er ein føroysk sendingarøð á youtube, eitt hugnaligt prát, har sonurin og 72 ára gamli pápin hugleiða um alt millum himmal og jørð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo