Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innskot: Leygardagin 9. desembur kemur út bókin Sólja og Súla á Sólferð, sum 20 ára gamla Rakul Ró Steintórsdóttir hevur skrivað. Sjálv hevur hon málað og myndprýdd søguna, har vit fylgja eini lítlari føroyskari gentu á eini hendingaríkari ferð runt jørðina, har hon hittir fleiri spennandi dýr, sum vita nógvum at siga frá  

Bókin er fyrst og fremst ætlað smærri børnum, men søgan og tær nógvu fittu tekningarnar eru eisini hugfangandi lesnaður hjá skúlabørnum í yngru flokkunum. Ein serstøk litbók fæst eisini saman við tí forvitnisligu bókini.

Ommusa Omma kallast útgávan hjá Steintóri Rasmussen, og tað er Maria Mørkøre listakvinna, sum í gomlum stíli hevur teknað. Bókin er skrivað á løttum máli til børn í miðskúlanum, men er eisini ein søga, ið byggir brýr í millum ættarlið.  Saman royna vit at skilja søguna.  Hvat er ein olduromma, og hvat er ein pumpuringur. Gera pengar okkum glað, og hvat spældu børnini, áðrenn øll fingu teldur og telefonir. 

Tað er Innskot, sum gevur út barnabøkurnar, sum kunnu væntast at vera í sølubúðunum um vikuskiftið.

Leygardagin 9. desembur, klokkan 15.00 verður móttøka við sangi, upplestri og ymiskum jólahugna í Varpinum í Klaksvík, har høvundarnir, dóttir og pápi eru í jólahýri og selja nýggju barnabøkurnar til serprís.     

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo