Pallborðsfundur um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla verður 17. mai kl 19.
Foreldraumboð hava bjóðað býráðslimunum í Tórshavnar Kommunu til pallborðsfund um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla.
Í innbjóðingini stendur:
“Skúlabygnaðurin, samtyktur í 2012, er eitt gott tilboð til fleiri børn í Tórshavnar Kommunu og sum foreldur, borgarar og veljarar gleðast vit um hetta. Hinvegin er ynskið um at seta í verk framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla ikki nýtt. Hetta kom tó ikki við í tilmælið um skúlabygnaðin MEN tørvurin er í dag størri enn nakrantíð!
Summi børn trívast og mennast væl í størri eindum og í skiftandi umhvørvi – men Ikki øll børn hava best av hesum og fyri summi børn er hetta beinleiðis skaðiligt fyri bæði menning, læring og trivna – Sum støðan er nú, er hetta tað einasta, Tórshavnar Kommuna hevur at bjóða næmingunum í Sankta Frans Skúla og í miðbýnum frá 8. flokki.
Við eini royndarskipan um framhaldsdeild á Sankta Frans Skúla, sum eitt alternativ til stórar eindir og skiftandi umhvørvi, kann Tórshavnar Kommuna bjóða øllum børnum, tað skúlatilboðið, sum er best fyri júst teirra læring, menning og trivna.
Vit sita í einum foreldrabólki umboðandi uml. 700 foreldur umframt onnur avvarandi sum ommur og abbar. Vit eru lutvíst kunnað um gongdina higartil í málinum, og at umbønin um framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla í fyrstu syftu ikki bleiv gingin á møti. Vit skilja ikki – og kunnu ikki út frá verandi argumentatión – góðtaka hesa avgerð fyri okkara børn í Tórshavnar Kommunu.
Vit hava valt tykkum at umboða okkum og vilja hervið bjóða tykkum til ein pallborðsfund um málið:
17. mai 2016 kl. 19 í fimleikahøllini í Sankta Frans Skúla
Vit vóna, at tú sært týdningin í hesum máli OG hevur áhuga í at hoyra meiningina hjá okkum veljarum og borgarum í Tórshavnar Kommunu.
Blíðar heilsur og við vón um gott samstarv!
Vegna foreldrabólkin fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla
So góðu tit øll! foreldur, ommur og abbar og onnur avvarandi at næmingum í Sankta Frans Skúla – vit vóna at síggja tykkum øll til fundin 17. mai – so vit saman kunnu vísa politikarunum á tørvin!
Jú fleiri vit eru – jú størri eru møguleikarnir fyri, at vit verða hoyrd!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo