Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsummæli: Hannah er navnið á dóttirini, sum ikki er meir. Navnið, sum kann stavast báðar vegir, eins og eitt fremmant mál, ið kann skrivast við vinstru og høgru hond samstundis, og savnast á miðjuni, til tess at geva meining, treytað av, at tú dugdi at lata pláss verða eftir til miðsavnandi meiningina. Sama íbygda frásøguhugsan sum í spanska Los amantes del círculo polar (Julio Médem 1998) har vit hoyra um Otto og Ana.

Filmurin Arrival (Dennis Villeneuve 2016) byrjar við at undirvísingin í portugisiskum hjá mammuni, dr. Banks (Amy Adams), verður brotin av, tá næmingarnir síggja bráðtíðindi á øllum miðlum um tólv rumdarskip, sum eru lend á úrvaldum støðum, millum annað í Kujaleq kommunu í Grønlandi.

Upphavið til søguna á filmsløriftinum er kinesiskt-amerikanski science-fiction høvundurin Ted Chiang (f.1967), sum í The Story of your Life viðgerð talaða málið, sum í einum avgerandi føri á jarðiskum máli er vápn og á týddum rúmdarmáli, heptapodskum, er gáva. Júst hesi orð eru avgerandi, tá fremmanda innrásin skal skiljast og greinast, so kríggj ikki brestir á. Mótvegis tøkni og politikki, skal málvísindin verja Jørðina, so Kina, Russland og Sudan ikki fara í kríggj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo