Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Elin Heðindóttir Joensen, forseti í ÍSF og Jorgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini

Elin Heðindóttir Joensen, forseti í ÍSF og Jorgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini

Elin Heðindóttir Joensen, forseti í ÍSF og Jorgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini

ÍSF: Á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndini í morgun bleiv kunngjørt, at Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikunum 2031. Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at ein samd Oyggjaleikanevnd hevur samtykt, at Føroyar eru “preferred bidder for the 2031 games”. Hetta merkir, at arbeiðið at fyrireika Oyggjaleikirnar 2031 kann byrja.

Seinastu og einastu ferð oyggjaleikirnir hava verið í Føroyum, var í 1989. Sostatt koma tað at verða 42 ár ímillum fyrstu og næstu føroysku Oyggjaleikirnir.

- Oyggjaleikirnir í 1989 vóru ein stór hending fyri føroyskan ítrótt og fyri føroyska samfelagið í síni heild. Eingin ivi er um, at Oyggjaleikirnir í 2031 aftur verða ein stór hending fyri føroyskan ítrótt og Føroyar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

- Vit eru klár og fara alt fyri eitt undir fyrireikingararbeiðið, sum kemur at seta stór krøv til okkum øll. Í hesum sambandi gleðast vit um, at politiska skipanin eisini ynskir at verða ein aktivur viðspælari, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo