SMS: Leygarmorgunin 1. Juli 2023 verður alment fráferðartiltak í SMS ísamband við at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. – 14. Juli 2023.
Bíðitíðin hevur verið long síðani oyggjaleikirnir vórðu avlýstir vegna Covid-19 í 2021, men nú verða teir aftur.
Fríggjadagin 6. Juli setir oyggjaleikaferðaliðið kósina ímóti Guernsey. Føroyska ferðaliðið telur 113 íðkarar, 30 liðleiðarar, 2 dómarar og 7 umboð fyri ÍSF. Íðkarirnir skulu kappast í tilsamans 11 ítróttagreinum, tær eru Golf, Kurvabóltur, Frælsur Ítróttur, Súkkling, Triathlon, Borðtennis, Bogaskjóting, Tennis, Badminton, Skjóting og Svimjing.
Vit vóna at nógv koma at ynskja teimum góða eydnu og góða ferð.
SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum kl. 9 – 11. Sjálv skráin byrjar kl. 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo