Tórshavnar kommuna: Oyggjadagur verður aftur í ár. Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu, verður leygardagin 15. juni.
Dagurin hevur verið hildin í seinnu helvt av mai mánað nakrar ferðir. Men fólk í teimum trimum smáu oyggjunum í kommununi vilja fegin hava dagin at verða seinni, tí nógv annað hendir um mánaðarskiftið mai/juni.
Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár. Atgongumerki til Oyggjadagin 2019 verða at fáa til keyps hjá Visit Tórshavn í Steinatúni í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo