Visit Tórshavn: Aftur í ár verður Oyggjadagur. Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu, verður leygardagin 16. juli 2022.
Eins og undanfarin ár gleða fólkini í oyggjunum seg at taka móti teimum vitjandi. Umframt góðar gongutúrar við ferðaleiðara, verður eisini bygdarhugni við livandi tónleiki og sølu av mati.
Atgongumerki til Oyggjadagin 2022 fáast til keyps á www.visittorshavnshop.fo.
Meira kunning um Oyggjadagin kemur seinni á fb.com/oyggjadagur og www.torshavn.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo