Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur ligið mær á hjarta nú í eina tíð at skriva eina grein um tíðina, vit liva í, har støði verður tikið í ferðini hjá Ìsraelsfólkið gjøgnum oyðimørkina, sum vit lesa um í Mósebókunum.

Tað er nógv, ið kundi verið tikið fram úr hesi frásøgn, men eg vil bara nema við nøkur heilt fá ting í hesi grein.

Oyðimørkin
Søgan um ferðina hjá Ìsraelsfólki í oyðimørkini, er ein sera umfatandi søga. Eg skal bara taka nøkur heilt fá ting úr hesi søgu, og royna at perspektivera tað til dagin í dag.

Søgan um oyðimarkarferðina er ein søga um, at Harrin roynir Sítt fólk. Hetta er ein søga um eitt fólk, sum Harrin gav lyfti um frelsu úr Egyptalandi og inn í Kánaansland. Hetta er samstundis ein undurfull mynd uppá okkara frelsu.

Frelsuvegurin úr Egyptalandi gekk í gjøgnum blóðið, aftan á at Harrin hevði latið dómin ganga yvir Egyptaland.

Síðan frelsti Harrin fólk Sítt við at deila Reyðahav, so tey kundu ganga yvir um á turrum. Her er Reyðahav ein mynd uppá dópin í vatni. “Tann, ið trýr, og verður doyptur, skal verða frelstur” Mark.16.16

Ein mynd, ið kann nýtast um hetta, er, at tá samkoma Guds ein dag fer úr hesum heimi, so fellur dómurin yvir henda heim, og dópurin verður tá antin menniskjum til frelsu ella dóm.

Tí sigur Pætur viðvíkjandi frelsuni: Vendi við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans (Àpostl.2.38)

Tá Ìsraelsfólk var komið yvir um Reyðahav, lá landið teimum klárt at inntaka. Henda frelsa úr Egyptalandi skapti ein sannan vekingaranda, har tey prísaðu Harranum fyri, at Hann var teirra styrki og lovsangur, og at hann var teirra frelsa – Yeshua, frelsaranavnið!

Nú byrjaði ferðin móti Kánaanslandi. Her kom til sjóndar, at tey ikki høvdu slept Egyptalandi, og fráfallið byrjaði at grípa um seg.

Hetta vísir til endatíðarinnar stóra fráfall, og er givið okkum til ávaring, sum komin eru til síðstu tíðir.

Harrin roynir hjørtini, og henda royndartíð varð ein uppfostran fyri ein ungan mann, ið æt Josva. Hesin ungi maður helt seg til Móses, og tað stendur um Jósva, at tað búði ein annar andi í honum. Ta serstaka við søguni um Guds fólk í oyðimørkini, er, at tað bara vóru Jósva og Kaleb, ið vóru førir fyri at leiða nýggja ættarliðið inn í lyftini – Kánaansland.

Hetta var lyftið, ið Harrin gav Àbrahami (1.Mós.kap.15)

Her verður Josva ein undurfull mynd uppá Frelsaran, Jesus Kristus, og Jósva er ein týðandi kristologisk mynd – Kristusmynd --  í Gamla Testamenti. Hann peikar á Jesus Kristus, og navnið Jósva merkir: “Harrin frelsir”. Sama týdning sum navnið Jesus.

Meira enn nakrantíð fyrr er brúk fyri einum Jósva. Móses gav honum navnið Jósva í samband við, at njósnararnir vórðu sendir inn at kanna Kánaansland. Jósva og Kaleb vóru teir einastu, ið talaðu væl um landið. Søgan er teim flestu kend.

Ì hesi fráfalstíð, sum henda tíðin sanniliga er, so er tað neyðugt, at tað finst ein Jósva at leiða eitt nýtt ættarlið inn í Skriftirnar – inn í ríka lív Heilaga Andans, ið Kánaansland er ein undurfull mynd uppá!

Vegurin úr oyðimørkini gongur ígjøgnum Jordan, ið er ein undurfull mynd uppá tann dópin vit lesa um í Àpostlasøguni. Tað, at tey verða leidd av Jósva yvir um Jordan, vísir klárt til Jesu Kristi navn og persón, og hetta at verða grivin við Kristusi í dópinum til deyðan, fyri síðan at rísa upp til ta nýggja lívið, hallelujah!

Send tínar streymar av náði

Ì dag er sum ongantíð fyrr neyðugt, at evangeliið verður prædikað í anda og kraft. Tað eru nógv góð ting, ið menniskju kunna virka innanfyri, tað veri seg politikk og sjálvboðið arbeiði, og nógv menniskju gera eitt megnararbeiði innan fyri hesi øki.

Sigast má tó, at onki er sum at lata seg leiða av Andanum til at bera fram evangeliið og Guds salvilsi til ein heim, ið treingir eitt livandi møti við Jesus Kristus.

Sangurin sigur, at heimsins gleði fánar burt, tá vit síggja inn í andlit Jesusar, og tað er henda Jesus, ið vit mugu prædika. Hann, ið er fullur av náði og sannleika. Hann, ið elskar rættferð og hatar lógloysi, tað er Hann, ið er heimsins vón.

Tíverri sæst hetta ikki so týðuliga aftur í okkara samfelag. Tey, ið bera henda boðskap fram um Frelsaran og ríku lívið í Kristusi, fækkast alsamt í tali, og talið av útimøtum og øðrum virksemi, er nógv fallið síðstu árini. Burtur er vekingarandin nógvastaðni, har hann einaferð brann!

Føroyar vórðu vitjaðar av eini stórari veking í 1970´árunum. Tað er nógv í hesum landið, ið minnast hesa “vitjunartíð”, og tað eru nógv, ið leingjast eftir, at hesar tíðir skula koma aftur!

Myndarliga kann sigast, at fyrsta ættarliðið, ið fór út við Mósesi, megnaði ikki at varðveita vekingarandan, og megnaðu ikki at bera hetta víðari til næsta ættarlið. Men, Harrin er trúfastur, og hann reisti upp Jósva og Kaleb, og við Jósva á odda, fekk nýggja ættarliðið náði at uppliva eina líknandi frelsu-uppliving, tá tey fóru um Jordan. Tað, ið ta fyrsta ættarliðið fekk uppliva við Reyðahav, fekk ta nýggja ættarliðið at uppliva við Jordan. Jósva stígur inn í kallið, og fær eins og Móses boð um at lata seg úr skónum, tí staðið, hann stendur á, er heilag jørð (Jósva kap.5)

Alt tað, ið varð lovað Mósesi, varð uppfylt við Jósva. Hetta er eisini ein sterk mynd uppá, at evangeliið má berast frá ættarlið til ættarlið, frá Mósesi til Jósva.
Jósva mátti læra Harrans undurverk og kraft at kenna við at fylgjast við Mósesi. Av tí, at Jósva hevði fylgst við Mósesi og elska opinbering Harrans, so fekk hann náði at leiða fólkið inn í lyftini, ið Harrin hevði talað til Móses um.

Ì Efesusbrævinum kap.6, verða vit eggjaði til at lata okkum í øll herklæði Guds, og stríðast bardagan til enda.

Vit liva í dag í torførum tíðum. Eg vildi ynskt, at trúgvandi menniskju vóru líka íðin at breiða tann evangeliska boðskapin út, sum tey eru í sínum dagliga yrki og frítíðarvikrksemi.

Høvdu tey víst sama ídni fyri evangeliinum, so hevði nokk sæð øðrvísi út!

Tað er ikki mangul uppá kristin, ið vilja verja kristnu virðini og annað gott, men tað er ein stórur mangul uppá fólk, ið vilja bera fram boðskapin um veruligu, ævigu virðini og lyftini um frelsu frá Harranum Jesusi til tey, ið vilja venda við og trúgva á evangeliið, og harvið fáa ein ævigan bústað í tí Himmalska. Tað eru verulig lyftir, ið halda, og nakað, ið er vert at berjast fyri, meira enn nakað, sum er í hesum heimi!

Til tín harúti, ið ber tungar byrðar, og knógvar undir syndum og fordøming. Tað er eitt møti við Harran Jesus Kristus, ið tú hevur brúk fyri.

Til tín, ið heldur, at lívið er meiningsleyst. Tað finst ein kelda til ævigt lív og æviga gleði, og frelsan er eitt undurfult land at ganga inní!

Eg skal enda við tveimum ørindum úr einum sangi hjá Aage Samuelsen:

“Moralens svøpe svinges av prest og fariseer
Mens lov og bud påtvinges -- de onde ånder ler
Hvad hjelper falske tårer – et grådkvalt fadervor
Fordømmelse, som sårer – er alt en synder får

Men da jeg meg omvendte fra religionens grav
En herlig kraft, jeg kjente – et veld fra nådens hav
Og Jesu Kristi armer – fra synd med løftet opp
Hans kjærlighet meg varmer – til ånd og sjel og kropp”

Tað er bara Jesu Kristi náði og miskunn, ið kann bjarga einum menniskja frá degi Harrans og til síðst frá einum ævigum fortapilsi!

Skjótt kemur Harrin Jesus aftur eftir Sínum. Ger teg tilreiðar, tú sum lesur hesa grein. Pætur sigur: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans, Àps.2.38

“og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd” 1.Jóhs.1.7

Eg skal enda við einum versi úr einum gomlum vekingarsangi:
“Send tínar streymar av náði – send okkum vakningarond
Boygg okkum niður í angur – loys várar leinkjur og bond”

Marana,ta!
Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo