Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á býráðsfundi 26. februar 2018 ætlar býráði at endaliga samtykkja annað av tveimun uppskotum um annahvørt at víðka um verandi kirkjugarð ella gera nýggjan kirkjugarð úti á Bakka.

Víðkan av verandi kirkjugarði eystureftir
Havi áður gjørt vart við hvussu visjónsleyst og ørvitiskent hetta uppskoti er.  Uppruna ætlanin var 226 gravpláss og við ávísum broytingum kemur talið av gravplássum uppá 340.

Havi enn ikki hoyrt áskoðanir um hví vit skullu útbyggja kirkjugarðin eystureftir og spakuliga oyðileggja perluna mitt í bygdini, tí hetta er ikki ein langtíðarloysn. Samstundis sum sethúsaeigarar í grannalagnum føla seg hóttar, bæði av múrinum, og skrekkinum at sita eftir við einari ogn sum lækkar í virði , tí sethúsini knappliga ikki eru so attratktiv søluvøra meira, um tað nú skuldi gjørt neyðugt at selt ognina, sum bleiv nærmasti granni til ein kirkjugarð.

Eftir tekningunum at døma fáa vit ein 3 metur høga múr norðeftir, tvs. at sethúsagrannar norðeftir koma hyggja inn í eina grót fasadu. Tað í dag verandi fríøkið hvørvur sum døgg fyri sól.

Áskoðanir eru at hoyra so sum, at tá ein fer til guðstænastu ella vitjar kirkjuna, so fer ein samstundis at vitja síni á gravstaðnum sum jú liggur beint við. Tað verður eins lætt við einum stuttum gongutúri eftir sløttum út á Bakka.

Við allari virðing fyri teimun sum longu liggja har, so er tað also tey núlivandi vit skullu kjúkla um, tvs. vit skullu lata perluna mitt í bygdini fáa frið, ja faktiskt skal hon friðast av mynduleikunum, soleiðis at tað ongantíð gerst møguligt hjá einum býráði, at nerta við økið í samband við ætlanir um byggimál.

Við eini hvørji kirkjugarðsloysn vendst ikki aftur, og tá økið er fari undir, er tað fari med alla.

Uppskoti um kirkjugarð úti á Bakka
Nógvir møguleikar hava verið nevndir og kannaðir. Seinast eg skrivaði um sama mál var økið úti á Bakka ikki nevnt, men trý onnur uppskot vóru nevnd (les tað greinina her jn.fo/nyggjan+kirkjugard+i+sandavagi.html).

Men økið úti á Bakka er betur enn øll onnur uppskot, sum higartil eru komin, um verandi kirkjugarður ikki skal víðkast.

Við einum kirkjugarði fylgir ein treyt um dren í kloak og út á sjógv, og tí kunnu tey uppskotini sum liggja "inni í lendinum" føra við sær ein goymdan eykakostnað vegna drening. Uppskoti úti á Bakka hevur ikki hetta, tí fjørða og sjógvur er beint við.

Áramál áðrenn nýggj útbygging má fremjast
Tað er ein tummilfingraregil at tað doyggja 8 fólk í miðal í Sandavági um árið, hetta er eitt fakta sum ber til at rokna út frá hjá øllum.

Við max. 340 gravplássum har kanska 6 av teimum 8 (miðaltali) eru í parlag, og harvið upptaka eitt dubultpláss, tvs. 340 gravpláss :14 upptikin pláss = 25 ár, so skullu vit aftur finna eina nýggja loysn.

Við loysini úti á Bakka kann ætlanin vera at gera 100 pláss fyrst (100 : 14 = 7 ár), tvs. um  7 ár er brúk fyri eini nýggjari útbygging av kirkjugarðinum á Bakkanum, og kanska er illa sperda fíggjarliga Vága Kommuna tá komin so frætt uppundan aftur fíggjarliga, at avgerð verður tikin um at gera 200 gravpláss afturat næstu ferð, tí har eru møguleikarnir út eftir, næstan ótømandi næstu 1000 árini.

Atkomuviðurskiftir
Til seinasta kommunval vóru áskoðanir um at við kirkjugarði norði í Sørpum ella úti á Trøð,  at tað bleiv ein alt ov langur gongutúrur aftaná børuni, við uppskotinum úti á Bakka er tann parturin loystur. Eitt annað uppskot var norðanfyri Býráðshúsið og Barnagarðin, men dren útreiðslurnar og ífylling blíva stórar, tí hetta er vátlendi og krevur stóra uppfyllling av mold fyri at vera oman fyri vatnstand í áarføri, økið er tó passaliga stutt frá kirkjuni.

Kostnaður
Kostnaður fyri at útbyggja verandi kirkjugarð við kirkjuna, vil skjóta uppá liggur um eini 6-7-8 millónir, og hetta er ikki nakað sum kann takast í stigum má gerðast liðugt, fyri at miðstaðarøkið ikki liggur sum eitt byggiøkið í fleiri harrans ár.

Eg eri persónliga hart ímóti hesi stuttskygdu, visjónsleysu og alt ov kostnaðar miklum ætlan. Havi enn ongan kostnaðarætlan sæð fyri projekti.

Vit loysnini úti á Bakka ber til at gera 100 gravstøð fyrst, og harvið geva tí longu illa sperdu Vága Kommonu eitt andarhol, tí Ellisheimið á Sýnini er ein fíggjarligur kleppur  og samstundis er longu lagt út í korti, at 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi skullu pengar setast av til í hesum fíggjarárinum. Og við loysini úti á Bakka slepst vónandi undan at hækka skattaprosenti.

Ein leyslig meting sigur áleið 2-3 milliónir at byrja við úti á Bakka.

Legur omaná verandi gravir
Sambært lóg hevur ein sum avvaraðandi rætt til grøvina í 50 ár, men hetta verður ikki praktisera her á staðnum.

Fyri nógvum árum síðan bleiv grivið niður á 2-3 metrar. Í seinni tíðum er hetta broytt til 1,5 metur.

Tvs. at við teimun eldru gravunum ber til at gera nýggja legu omaná tað gomlu, og tað eru vit vitandi um er gjørt í nýggjari tíð, har avvarandi hjá tí framman undan farna, bleiv langdur omanyvir.

Í hvørjum einstøkum føri av hesum slag má farast fram við hógvi, og má tann ávísa familja sjálv taka avgerð um at hetta skal gerðast soleiðis.

Í útlondum er ikki óvanligt at hava gravstað, heldur enn gravstein fyri ein persón, og tað er kanska ein leistur vit skullu hava framyvir í gamla kirkjugarðinum við kirkjuna, saman við nýggja kirkjugarðinum úti á Bakka.

Vit og tey spurningurin
Tað hevur ofta verði róð fram undir at sandavágsfólk skullu vera grivin í kirkjugarðin í Miðvági, sum er ríkliga stórur, men har kemur aftur tann áskoðanin um avstand frá kirkjuni til sjóndar, og Sandavágur er gomul kirkjubygd, og vit kenna ikki nakað fordømi í Føroyum, við kirkju í bygdini  har tað ikki er møguligt at fáa bygdafólk sum farin eru, lagdan í kirkjugarð á staðnum, tí skullu vit hava kirkjugarð í Sandavági.

Vit tosa her um kenslurnar hjá tí einstaka.

Og harvið er ikki sagt at miðvingar ikki eru gestablíðir, tí tað eru teir, tað munnu vit í Sandavági mangan hava kunna svarað játtandi til.

Kirkjugarðurin í Miðvági er eisini við at fyllast, tí kann hetta eisini vendast, at miðvingar skullu til Sandavágs at vera grivnir.

Nei lati hetta fáa frið, og vit halda áfram við einum kirkjugarði í báðum bygdunum.
Vælvitandi um at samanleggingin av bygdunum, legði upp til synergi effektina, men alt kann ikki gerðast upp í pengum.

Býráði tekur avgerðina
Á býráðsfundi seint í februar verður avgerðin tikin, og mín vón sum borgari í hesi kommunu er at tit taka eina avgerð sum er meira visjoner enn "bara" 25 ár fram, og at tit taka atlit til tey sum liva og virka á hesum stað. At útbygga verandi kirkjugarð niðan í bygdina, skapar í øllum førum ikki nakað lív. Tað er ikki ein politikari við langtíðarætlanum, sum vil útbyggja verandi kirkjugarð, tí aftaná umleið 25 ár skal ein nýggj avgerð takast, tað skilir ein og hvør.

Lívið er stutt, deyðin er langur.

Jan Erik Simonsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo