Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í KVF-tíðindunum í gjárkvøldið varð ljós varpað á ivasomu mannagongdina hjá álitisfólkum og leiðarum í Pedagogfelagnum, í sambandi við starvsfólkafundir á stovnum. 

Fleiri starvsfólk, ið ivast at skifta frá Pedagogfelagnum til Hjálparfólkafelagið, kenna seg hótt av álitisfólki, og í onkrum føri eisini av leiðarum. Tey fáa at vita, at um tey skifta fakfelag, so skulu tey út av starvsfólkafundi, um álitisfólkið hjá Pedagogfelagnum hevur kunning til limirnar.

Hjálparfólkafelagið kann á ongan hátt góðtaka hesar hóttanir. Eg trúgvi heldur ikki, at arbeiðsgevarin ynskir tílíkar mannagongdir.

Um eitt fakfelag kemur við kunning, sum bert eru til limirnar, skal tað sjálvandi kunnast á annan hátt.

Jógvan Philbrow helt at hetta var nattúrligt, og royndi at flyta fokus við at blanda sáttmálasamráðingar uppí málið. Hann helt tað vera ein trupulleiki, at Hjálparfólkafelagið var stovnað. Hann segði, at arbeiðsgevarin kundi seta hesar bólkar uppímóti hvørjum øðrum, og møguliga sáa splid í Pedagogfelagið, og hann helt ikki tað tænti hjálparfólkunum.

Vit í Hjálparfólkafelagnum duga ikki at síggja nakran vanda í, at arbeiðsgevarin setur starvsfólkabólkar upp imóti hvørjum øðrum. Hinvegin duga tey væl í Pedagogfelagnum at seta kílar ímillum, fyri at gera tað trupult hjá Hjálparfólkafelagnum.

Tað, sum Jógvan Philbrow roynir at føra fram er, at Pedagogfelagið er sterkari einsamalt, og at Hjálparfólkafelagið er ein forðing, serliga í sáttmálasamráðingum.

Styrkin hjá Pedagogfelagnum liggur í øllum hjálparfókunum, sum eru limir í felagnum. Pedagogfelagið kann illa liva uttan inntøkurnar frá hjálparfólkunum. Hetta ger eisini, at tá sáttmálasamráðingar eru, kann Pedagogfelagið leggja nærum alt sáttmálaøkið lamið í einum møguligum verkfalli. 

Styrkin liggur í, at felagið kann selja hjálparfólkini í stríðnum fyri hægri løn til pedagogarnar.

Tvær tær seinastu samráðingarnar hava skapt eina ovurstóra lønargjógv millum hjálparfólk og pedagogar. Lønarmunurin millum eitt nú ein pedagog á hægsta stigi, og eitt hjálparfólk á hægsta stigi, sum í flestu førum ger akkurát sama arbeiði, er heilar 9200,- kr

Byrjunarlønin hjá einum hjálparfólki liggur niðanfyri arbeiðaralønina.

Hjálparfólkafelagið arbeiðir fyri at vinna rættin at samráðast um egin viðurskifti. Hjálparfólkini telja heilar 2/3 av øllum starvsfólkunum á sáttmálaøkinum. Um øll hjálparfólk stóðu saman, hevði Hjálparfólkafelagið verið størsta fakfelag á trivnaðarøkinum.

Sámal Hansen
Formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo