Soleiðis av og á ber javnaðar-bloggan IN.FO ymisk yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eiga, tjena, kradda og mjólka, og henda sunnudagin eftir Summarfestivalin, hevur bloggan yvirlit yvir eginognina hjá føroyskum partafeløgum.
Yvirlitið er sett upp sum ein styrkilisti yvir 25 tey sterkastu feløgini.
Javnaðarbloggan er farin at hita upp til eitt komandi øsingar-val, eins og gjørt var upp undir seinasta løgtingsval, tá ið tiltakið "meðan vit bíða" koyrdi í fleiri vikur.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo