Tórshavnar kommuna: Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla er í løtuni sløktur, tí ein oxygen fløska sprongdist í ovninum í gjárkvøldið.
Fólk hava verið og hugt eftir ovninum, sum fekk nakað av skaða. Millum annað má loftið í ovninum skiftast. Skaðin verður gjørdur aftur beint eftir nýggjár. Tað tekur væntandi 10 dagar til tvær vikur at umvæla skaðan.
Hetta hevur kortini onga ávirkan á ruskið hjá húsarhaldunum, tí Endurnýtslan er opin, sum vanligt.
Fyritøkur og virki hava fingið áheitan at skilja rusk, eitt nú byggitilfar, í vátt og turt rusk. Síðani verður tað handfarið á Brennistøðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo