Tá Jósup í vikuni gjørdi ein av sínum túrum runt Vágoynna kom róðrið í okkurt.
Óhappið hendi við Streymnes, sum er nakað norðanfyri Gásadal.
Skaðin var so mikið stórur, at Jósup fyribils ikki fær manøvrera, og tí siglir hann ikki til Mykinesar eftir ferðaætlanini.
Froyur sigldi ein túr í gjár, men fá fólk vóru við.
Heimasíðan hjá teimum, sum reka Mykinesarleiðina sigur, at eingin sigling er til Mykinesar fyribils vegna tekniskt brek.
Nærri boð koma seinni í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo