- Tekningar og projektering eru neyvt tengd at staðsetingini, og tí verður ikki stórvegis gjørt við tann partin, fyrr enn vissa er fingin fyri, at landið fær umrødda grundøkið, sigur landsstýrismaðurin sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2018 sum er latin Løgtingsgrannskoðarunum.
Undir brotinum Sjóvinnustýrið, bygningur, stendur at lesa at í fíggjarlógini eru játtaðar 5 mió. kr. Brúktar eru 57 t.kr. og minninýtslan 4,94 mió.kr. er við átekning flutt til 2019.
- Landsstýrismaðurin hevur greitt frá, at verklagslóg um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið, Ll.nr. 37/2018, varð samtykt 30. apríl 2018. Eftir tað varð farið undir at finna endaligu staðsetingina.
- Saman við Vága kommunu varð ein hóskandi staðseting funnin. Grundøkið var tó ov lítið, og tí verður neyðugt at víðka um grundøkið við at leggja part av grannagrundøkinum afturat tí.
- Tað hevur drigið út, men sum skilst, er Vága kommuna farin undir ognartøkuna.
- Tá ið tað er gjørt, verður grundøkið latið landinum.
- Tekningar og projektering eru neyvt tengd at staðsetingini, og tí verður ikki stórvegis gjørt við tann partin, fyrr enn vissa er fingin fyri, at landið fær umrødda grundøkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo