- Vit eiga at fyrireika okkum til, at fiskiveiðusamráðingarnar við Russland ikki bera á mál, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við ÚF.
Landsstýrið viðger í løtuni, um Føroyar skulu samráðast um nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland næsta ár.
Støða skal eisini takast til, hvat skal gerast, um 45 ára gamla fiskivinnusamstarvið við russar av onkrari orsøk dettur niðurfyri, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo