Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-126/2023 eftir § 52 a í tingskipanini, um vitjan á WHO aðalfundi, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni.

Spurningar vóru soljóðandi:
- Hvørjar av ætlaðu broytingunum í viðtøkunum og ískoytum hjá WHO vórðu samtyktar?

- Hvørji sjónarmið bar landsstýriskvinnan, Føroya og føroyinga vegna, fram á aðalfundinum hjá WHO?

- Hvussu fara møguligar samtyktar broytingar at ávirka Føroyar og føroyingar? 

Svar:
Til spurning 1, 2 og 3

Av tí, at spurningarnir eru nær tengdir hvør at øðrum, havi eg valt at svara teimum undir einum.

Í spurninginum verður víst til mál á skránni fyri ársfundin hjá WHO. Tað verður ikki víst til navngivin mál, men soleiðis sum eg skilji spurningin vísir spyrjarin til arbeiðið við pandemisáttmálanum. Ætlanin var, at arbeiðið við pandemisáttmálanum skuldi verða liðugt, so londini kundu viðgera og avgreiða málið á ársfundinum hjá WHO í 2024.

Arbeiðið at orða ein pandemisáttmála hevur drigið út, og tí var málið ikki búgvi at verða viðgjørt á ársfundinum í 2024. Við støði í hesum samráddust londini um, hvørja lagnu málið við pandemisáttmálanum skuldi fáa. Niðurstøðan frá hesum samráðingum varð, at arbeiðið við at orða eitt uppskot til ein pandemisáttmála heldur fram. Londini samdust um at seta eina nýggja tíðarfreist. Sambært nýggju tíðarfreistini skal arbeiðið at orða eitt uppskot til pandemisáttmála verða liðugt innan eitt ár frá ársfundinum hjá WHO í 2024 at rokna.

Við støði í avgerðini um at útseta málið um pandemisáttmálan, kom málið ikki til atkvøðugreiðslu. Av tí, at málið ikki er avgreitt, ber ikki til at siga hvørja lagnu tað fær frameftir og somuleiðis er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan møguligi pandemisáttmálin kann fara at fáa fyri Føroyar.

Heilsumálaráðið fylgir málinum, og samskiftir regluliga við Indenrigs- og Sundhedsministeriet um gongdina í málinum.

Heilsumálaráðið, 19. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo