Skúlablaðið: Farna skúlaár, skúlaárið 2021-2022, vóru lýsingar eftir 100 lærarum til tíðaravmarkað størv. Hetta stóra talið avdúkar, at nógvir lærarar kring alt landið eru í tíðaravmarkaðum starvi ár eftir ár og á hvørjum vári mugu søkja starv av nýggjum, mangan sama starv, sum teir longu røkja. Felags fyri allar lærararnar er, at teir vilja hava fast starv. Í kapping við hesar lærararnar koma tey, sum júst hava lokið prógv; tað eru teir um 30 nýútbúnu, sum fingu læraraprógv av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í juni, og haraftrat tey, sum nema sær læraraútbúgving á læraraskúla í Danmark.
Í ár hava sostatt gott 130 lærarar kappast um tey 30 føstu størvini, sum vórðu lýst leys í mai og juni til skúlaárið, sum nú byrjar. Taka vit øll størvini, føst og tíðaravmarkað í bara eitt skúlaár, ið vóru lýst leys fyri summarsteðgin, so vóru tey samanlagt 111 í tali. Hetta er ein gongd, sum hevur verið í nógv ár, og sum hevur staðið við og versnað. Føroya Lærarafelag hevur átalað gongdina mangar ferðir, og landsstýrismaðurin við skúlamálum er samdur við felagið í, at hetta ikki er ein støða, vit eiga at bjóða lærarum.
- Hetta er vónandi síðsta árið, at so nógv tíðaravmarkað størv verða lýst leys, tí her skal eitthvørt henda. Eg havi gjørt av at biðja Fólkaskúlaráðið viðgera spurningin og kanna hann væl, eitt nú við at hyggja at, hvussu okkara grannalond gera, og síðan koma við nøkrum uppskotum um, hvat vit eiga at gera, soleiðis at viðurskiftini hjá lærarum verða tryggari. Í mínum hugaheimi átti ein royndartíð á 2-3 ár tryggjað tær fast starv. Tað er hvørki rætt, rímiligt ella virðiligt at bjóða lærarum slíkar umstøður, at teir á hvørjum vári skulu hugsa um, um teir hava ella fáa starv komandi skúlaárið. Sjálvsagt órógva slíkar umstøður lærararnar, og tað órógvar eisini undirvísingina og harvið næmingarnar, sigur Jenis av Rana.
Føroya Lærarafelag hevur víst á, at alt ov nógvir lærarar verða settir í starv bara í eitt ár. Støðan við tíðaravmarkaðum størvum er líka trupul í skúlaárinum, sum júst er byrjað, samanborið við undanfarna ár. Skúlaárið 2021-22 vóru 89 tíðaravmarkað størv í eitt skúlaár lýst leys. Í skúlaárinum, sum nú er byrjað, eru tey 81 í tali. Dømi eru um lærarar, ið hava verið í tíðaravmarkaðum starvi í sama skúla í átta fylgjandi skúlaár uttan at fáa fast starv.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo