Fyribils hevur Ove Løgmansbø, sum er dulnevni, ein pólskur rithøvundur brúkar, givið út tvær krimi stuttsøgur, 'Enklawa' (Øki) og 'Polov' (Veiðan).
Søgugongdin er í Føroyum, serliga í Vestmanna.
Í fyrru bókini broytist friðarliga og trygga bygdarlívið, tá ein ung genta hvørvur, og alt broytist, tá myrkar síður í afturlætna samfelagnum verða avdúkaðar. Seinna bókin byrjar við einum grindadrápi, men ræðslan tekur við, tá nakað óhugnaligt verður funnið í búkinum á einum av hvalunum.
Ove Løgmansbø er eftir øllum at døma ein eitt sindur umstríddur rithøvundur. Soleiðis segði ein herbúgvandi polakki í oktober í fjør við in.fo, at hon hevði lítla tiltrúgv til høvundan, sum skal vera hálvur føroyingur og hálvur polakki.
Men nú kemur hann so til Føroya, tað hendir í seinnu helvt av februar, og tá er eisini ætlanin hjá honum at avdúka, hvør hann er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo