Sólin skein bæði oman og niðan, meðan Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna. Í setanarrøðuni segði Gunnvá Zachariasen millum annað, at tá tú traðkar í land í Nólsoy, er tað sum at koma í aðra verð, alt er so ørðvísi, og tú kennir beinavegin eina sterka mentan, sum ger seg galdandi. Gunnva vildi vera við, at nólsoyingar duga so sera væl at gera tingini uppá sín máta, bróta upp úr nýggjum og at ganga á odda.
- Jantelógin rínur ikki við, sum hon segði.
Gunnvá hugleiddi eisini um abban, sum var vitapassari á Borðuni, um søgurnar og um lívið har, sum henni eisini untist at uppliva. At enda helt Gunnvá, at øll áttu at gjørt sum nólsoyingar, tá teir valdu at byggja gamla flakavirkið í bygdini um til eitt leikhús – sjálvandi er hetta tað rætta at gera.
Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er av tí allar fagrasta og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30.
Árliga regattasiglingin í Sundalagnum endar eisini í Nólsoy í dag. Eftir at hava siglt av Eiði umvegis Hósvík liggja nú einir 60 bátar við kei í Nólsoy.
Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis.
Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo