Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Seinasta samdøgrið hevur ovastevna verið í Nólsoy og nógv fólk hava leitað sær til Nólsoyar.

Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Hon fór seinasta túrin úr Nólsoy kl 5:30 í morgun og førdi tá seinastu stevnugestirnar trygt um fjørðin. Eitt sindur av vindi var í Nólsoy leygardagin, men tað var fyri tað mesta turt. Ivasama veðrið hevði eisini við sær, at svimjingin um Nólsoyarfjørð bleiv avlýst. Hetta var so eisini einasta tiltakið, sum bleiv avlýst. Alt, sum skuldi vera úttandura, bleiv bara flutt inn í stóra tjaldið á keiini, so stevnugestirnir blivu ikki snýttir fyri nakað tiltak.

Stóra regattain av Eiði umvegis Hósvík, sum plagar at enda í Nólsoy, var eisini skerd av veðrinum, so tað vóru ikki so nógvir bátar á ovastevnu í ár.  

Á ovastevnu er talan um eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, men hóast tað, hevur alt gingið uppá stás. Hetta er helst tí, at fyriskipararnir og bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

Veðrið argaði, men hýrinum bilti harafturímóti einki. Fólk funnu saman á keiini, og inni hjá nólsoyingum, frætta vit úr Nólsoy.

Fyriskipararnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna.

Myndina hevur Evy T. Nielsen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo