Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Laksaprísurin var í desember 2020 heilt niðri á 29 kr./kg., men er vaksin stórliga síðani, og setti í endanum av apríl 2022 met, tá spotprísurin á fishpool.eu var 95 kr./kg. Spotprísurin á laksi er í løtuni nærri 46 kr./kg. 

Mynd 1 niðanfyri vísir gongdina í laksaprísinum í donskum krónum í 2022, og á myndini sæst, at sveiggini eru stór. Laksaprísurin setti í apríl met, tá spotprísurin var 95 kr./kg. men í løtuni er hann nærri 46 kr./kg. (september 2022). Ikki allur laksurin er seldur til høga spotprísin; sumt verður til dømis útflutt sum portiónur, og er vanliga seldur til prísstøðið, ið gjørdi seg galdandi í fjør. Meðan Fishpool væntar, at prísstøðið kemur at hækka eitt vet móti endanum av árinum, væntar alivinnan, at prísurin kemur at lækka í heyst orsakað av einum øktum útboði á heimsmarknaðinum.

##med2##

Mynd 2 vísir tøkuna í føroysku alivinnuni árini 1998-2022. Í 2021 setti tøkunøgdin av laksi met, meðan hon í 2022 er mett at verða eitt vet lægri, enn í 2021. Higartil í 2022 er lægra tøkunøgdin vorðin mótsvarað av stóru príshækkingini á laksi í fyrru helvt av 2022, tí útflutningsvirðið av laksi er í tíðarskeiðinum januar – august 2022 økt við 30%, samstundis sum nøgdin er minkað við 12% samanborið við sama tíðarskeiði árið fyri. Alivinnan telur í dag fyri nærum helvtina av samlaða fiskavøruútflutninginum, áleið 5 mia. kr. út av samlaða fiskavøruútflutninginum á 10,6 mia. kr. í juni 2022[1]

##med3##

Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo