Skúlablaðið: Hvussu frávera hjá næmingum í fólkaskúlanum í Danmark verður skrásett, er ymiskt frá skúla til skúla og kommunu til kommunu. Tað er eisini misjavnt, hvat verður skilt sum nógv frávera, og somuleiðis, nær frávera verður uppdagað. Talan kann eisini vera um fráveru, sum foreldur ikki hava grundgivið fyri ella givið skúlunum boð um.
- Alt ov nógv børn hava trupulleikar, sum eingin varnast. Tað kunnu vera stórir trupulleikar í familjuni hjá barninum, trupulleikar, sum eingin kennir. Men eitt barometur er, sum greitt vísir á børn, sum ikki hava tað gott, og tað er fráveran hjá teimum í skúlanum. Tí skulu ávaringarklokkurnar ringja, tá ið børn eru nógv burtur úr skúlanum, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil, barna- og undirvísingarmálaráðharri.
1. august í ár komu reglurnar í gildi um, at skúlastjórin skal boða kommunufyrisitingini frá, tá fráveran hjá einum næmingi fer upp um 15 prosent í einum ársfjórðing. Hetta er nú nágreinað í kunngerð.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo