Tað hevur verið reinur forvirringur um almennu útreiðslurnar.
Fíggjarráðharrin hevur gjøgnum alt valskeiðið tosað um ein varnan fíggjarpolitik.
Ein skuldi næstan trú at fólkið hon tosar til, hvørki hevur vit ella skil.
Útsagnirnar hjá fíggjarráðharranum – og samgonguni annars – eru snøgt sagt ósannindi. Tað átti at fingið avleiðingar fyri ein fíggjarráðharra sum soleiðis upp í saman sigur ósatt fyri Føroya fólki.
Landsstýrið hevur roynt at flyta útreiðslur til aðrar almennar kassar fyri at pynta upp á úrslitið.
Samgongan hevur eitt nú lækkað grundarupphæddina í fólkapensjónini, men hevur samstundis hækkað útgjaldið úr Samhaldsfasta. Útreiðslurnar úr Samhaldsfasta verða ikki tiknar við, tá fíggjarráðharrin ber fram síni ósannindir.
Inntøkurnar hjá Samhaldsfasta er skattur, sum føroyskir skattgjaldarar hava goldið inn i henda almenna kassa, júst sum skattgjaldarar rinda skatt fyri at fíggja almennu fíggjarlógina.
Hesir skattgjaldarar, sum hava goldið inn í kassan, skula aftur rinda skatt, tá tey fáa pening útgoldnan úr sama kassa.
Sjálvt Búskaparráðið sigur, at útreiðslurnar úr Samhaldsfasta eru almennar útreiðslur og ráðið tekur hesar útreiðslur við í sínum útrokningum.
Fíggjarráðharrin er higartil sloppin avstað við at siga, at almenni útreiðsluvøksturin er 1 – 2% um árið.
Hvaðani hon hevur hesi tøl er tað eingin sum spyr um.
Búsparráðið sigur, at útreiðsluvøksturin seinastu 3 árini árini, síðani sitandi samgonga tók við, hevur verið í meðal 5% um árið. (7% í 2016, 4% í 2017 og 4% í 2018, tað seinasta talið er enntá ein varlig meting).
Til í ár hevur sitandi samgonga vaksið um almennu nýtsluna við eini milliard krónum.
Altso kostar almenni raksturin í dag slaka milliard meira um árið enn tá sitandi samgonga tók við.
Landsstýrið hevur lagt fram sítt fíggjarlógaruppskot fyri 2019.
Almenni útreiðsluvøksturin uppá eitt ár er 350 mill. kr., nevniliga 232 mill. kr á fíggjarlógini og 115 mill. kr. úr Samhaldsfasta v.m.
Hetta er fullkomin ørskapur.
Ein útreiðsluvøkstur uppá omanfyri 7%.
Alennu útreiðslurnar fara komandi ár at tátta í 6 milliardir krónur um árið.
Samgongan hevur baserað sítt útreiðslugildi við at senda ovurhonds stórar rokningar til føroysku fiskivinnuna og alivinnuna.
Samstundis hevur samgongan av øllum alvi roynt at máa støðið undan fiskivinnuni, tí samstundis sum fiskivinnan skal skerjast í inntøkum (við at keypa kvotur á uppboðssølu) skal fiskivinnan rinda ovurhons stórar skattir og harafturat tilfeingisgjøld.
Skatturin hjá alivinnuni skal eisini hækka.
Hetta er skrúvan uttan enda og henda skrúvan heldur undir verandi samgongu fram til bæði vinnan og landskassin liggja afturá.
Henda bakkøst í føroysku fiskivinnuni ella í alvinnuni í bara nøkur heilt fá ár, so kemur landskassin í stórar fíggjarligar trupulleikar.
Ja, so stórar trupulleikar, at tá verður fíggjarráðkvinnan frú Háfoss noydd at ganga sær ta tungu leiðina til Danmarkar at biðja um kreppuhjálp.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo