Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ingi Højsted. Mynd: Birgir Kruse

Ingi Højsted. Mynd: Birgir Kruse

Ingi Højsted. Mynd: Birgir Kruse

Skúlablaðið: Í komandi viku eru læraradagar. Tá stevna allir lærarar í fólkaskúlanum í øllum landinum í Norðurlandahúsið. Ein verkstova, sum lærarar hava høvi at melda seg til, er um evnið støddfrøðiligt lesførleiki. Ingi Højsted, adjunktur og granskingarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at hava verkstovuna.

- Ráddi eg fyri borgum, varð námsætlanin broytt og størri dentur lagdur á at menna teir støddfrøðiligu førleikar, sum PISA mátar og kannar. Ikki tí, at eg haldi, at PISA-úrslit eru umráðandi, tað hevur minni týdning í mínum huga. Heldur er tað, tí eg meti, at hesir førleikar eru umráðandi hjá okkara ungdómi at ogna sær fyri at gerast virkandi og hugsanarsamir samfelagsborgarar, ið á upplýstum grundarlagi kunnu taka støðu til ymisk samfelagslig viðurskifti. Ein undirvísing, ið hevur sum endamál at menna støddfrøðiligan lesførleika, hevði gagnað og komið einstaka næminginum, skúlaverkinum og samfelagnum til góðar.

Tað sigur Ingi Heinesen Højsted, ph.d. í støddfrøðididaktikki og adjunktur, granskingarleiðari og undirvísari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Á læraradøgunum í Norðurlandahúsinum 8.-10. november fer hann at hava verkstovu um evnið ”mathematical literacy” ella støddfrøðiligt lesførleiki. Hugtakið hevur meira enn 20 ár á baki og røtur í PISA-kanningunum, men hevur ikki á sama hátt rinið við í Føroyum, og tað hevur gjørt aðrastaðni.

Í 2015 skrivaðu og løgdu Ingi Heinesen Højsted og Erla Olsen, ph.d, dekanur og lektari, til rættis føroysku PISA-frágreiðingina. Hóast tað longu tá varð víst á ymsar trupulleikar og avbjóðingar við námsætlanini í støddfrøði, er lítið og einki broytt.

Hann leggur dent á, at endamálið ikki í sær sjálvum er at tekkjast PISA, so føroyskir skúlanæmingar í framtíðini fara at standa seg betur í kanningunum. Endamálið er hinvegin, at næmingar menna førleikar at hugsa støddfrøði sum eitt amboð til at loysa avbjóðingar og trupulleikar. Endamálið er, at næmingar megna at byggja brýr millum støddfrøðina og tað veruliga lívið, sum spælir seg út á teimum markleysu víddunum. Trupulleikin er bara, at føroyskir skúlanæmingar í ov lítlan mun verða bjóðaðir av samsvarandi teimum førleikum, ið PISA mátar í kanningunum, heldur Ingi Heinesen Højsted.

- Føroyskir næmingar duga væl at rokna út og loysa eina líkning til dømis, men eru ikki vanir við uppgávur, har teir skulu umseta eina støðu úr veruleikanum til eina líkning, sum teir síðani kunnu loysa. Tískil er torført at hugsa støddfrøði sum ein møguleika, ið kann umsetast og gagnnýtast til at loysa ymsar avbjóðingar. Og tað er spell, sigur hann, tí tað er sambandið millum støddfrøðina og tað veruliga lívið, sum skal styrkjast og mennast.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo