Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Seinastu vikurnar (mars 2023) hevur tað verið sera nógv órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum. Millum annað noyddist 16. tann størsti bankin í USA, Silicon Valley Bank (SVB), at stongja, og sveisiski bankin; Credit Suisse (CS), varð yvirtikin av stóra bankanum, Sveitz Union de Banques Suisse (UBS). Hetta hevur elvt til ørkymlan um, hvørt hetta eru tekin um eina fíggjarkreppu, eins og tí í 2008. Serkøn fólk á bankaøkinum hava í fleiri londum víst á, at hóast eyðkennini líkjast, er fíggjargeirin í eini betri støðu í dag. Orsakað av fíggjarkreppuni í 2008, eru krøvini til bæði kapital og gjaldføri í bankunum vorðin munandi herd, og bankarnir eru tískil nógv meira mótstøðuførir í dag, enn teir vóru tá. Tó eru einstakir bankar, ið ikki eru væl riknir og sum tað tí ikki hevur gingið so gott hjá, so sum SVB og CS. 

Føroysku bankarnir eru væl bjálvaðir við kapitali og gjaldføri. Yvirskotsgjaldførið hjá bankunum verður sett í Tjóðbankan og í stutt 1-3 ára lánsbrøv, sum hava ein kurs, ið ikki sveiggjar so nógv. Harumframt eru hesi aktiv skrásett til marknaðarvirði í roknskapunum hjá bankunum, og tað eru tískil ikki nøkur møgulig óskrásett tap at finna í roknskapunum. Bankarnir gera harumframt javnan sín rentuváða upp, ið Fíggjareftirlitið heldur vakið eyga við, og metir Fíggjareftirlitið, at váðin er ov høgur, verða krøvini til kapitalin herd. Harafturat er ein stórur partur av innlánunum í føroysku bankunum tryggjað av Innskjótaratrygdargrunninum og eisini hava bankarnir avlop á sínum roknskapum.   

Trupult er at siga nakað um útlitini fyri fíggjarmarknaðin í 2023, tí óvissan í løtuni er enn stór, bæði í mun til kríggið í Ukraina, inflasjónina og hvat miðbankarnir gera við rentuhækkingar í árinum. Men væntandi verður árið betri enn 2022.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo