Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Barcelona-venjarin Louis van Gaal heldur at skiftið hjá Neymar til Paris Saint-Germain vísur at toppfótbóltur er vorðin «pillrotin».

Van Gaal heldur uppá at stjørnukeypið er gjørt sum ein rein hevndaraksjón. Hann vísur á at Barcelona í fjørheyst vrakaði Qatar Airways  sum ein av sínum høvuðssponsorum. Upprunaliga avtalan við flogfelagið var gjørd av Qatar Sports Investments, sum hevur átt PSG síðani 2011.

– Tað er vorðið meira greitt at fórbólturin er vorðin pillrotin. Hyggur tú eftir skiftinum hjá Neymar, so gongur tað bara út uppá hevnd hjá einum sjeiki sum er droppaður av Barcelona sum sponsor. Tað hevði einki við pengar at gera, men við ein sjeik og hansara kenslur at gera, sigur Van Gaal við niðurlendska miðilin Algemeen Dagblad, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo