Orkustevnan: Endiliga kunnu vit bjóða aftur til Orkustevnu, sum nú verður hildin í høllini á Hálsi í Havn 22-23. Oktober 2021, har endamálið er at kunna um orkumál og at økja um virksemi innan hesa vinnu. Upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir - t.d. grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum.
Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar soleiðis fram sínar vørur og tænastur. Almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evnið.
Ókeypis atgongd er fyri almenninginum!
Orkustevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum.
Til ber at lesa meira um Orkustevnuna 2021 á www.orkustevnan.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo