Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Orkukvøld er eitt kvøld, sum er ætlað øllum við áhuga fyri bygging, orkunýtslu og framleiðslu. Tankin er, at øll skulu fáa okkurt burturúr, bæði fakfólk og privat fólk.
Vit, sum standa aftanfyri tiltakið, gera hetta av áhuga, og vit vilja birta undir eitt meira breitt og litríkt kjak um bygging í Føroyum.

Sum partur av byggivinnuni í Føroyum seinastu 40 árini, havi eg, Magnus, fingið samband við nógv  fakfólk eins og privatpersónar. Tað eru hesi, sum saman við mær koma at hava framløgur á Orkukvøldinum. 

Framløgurnar snúgva seg um, hvussu best er at  byggja, um upphitingarloysnir á marknaðinum og eina varandi orkuframleiðslu. Eisini fara vit at greiða frá veruligum dømum um nýbygging, heildarumvæling og skifti til hitapumpu.

Eitt av okkara endamálum er alla tíðina at kunna tey, ið byggja, um okkara royndir og úrslit á økinum, og skipaðu vit í tí sambandi fyri einum orkukvøldi í Norðurlandahúsinum á heysti í 2019.

Ætlanin var, at talan skuldi vera um afturvendandi tiltak, men orsakað av Corona farsóttini, hevur ikki verið gjørligt at hava næsta tiltakið fyrr enn nú.

Við vónini um, at hetta tiltak kann verða teimum, ið byggja, ein hjálp til, at ikki halda á fram við at gera somu feilir umaftur og umaftur, men heldur gera rætt fyrstu ferð. bjóða vit hervið øllum áhugaðum til  ORKUKVØLD í Skúlanum við Løgmannabreyt, mikukvøldið 22. November 2023, kl. 19.00

Tilmelding, ið er neyðug, fer fram her

Fyriskiparirnir
Magnus Thomsen
Jens Aksel Vestureið Thomsen
Anna Thomsen
Alis Vestureið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo