Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sendingini í morgun ”TSVS” var eg serliga varur við frálíka sera væl orðaða sálmin hjá Mikkjal á Ryggi: ”Tú fylgdi mær fyrst”. So sera væl sungin í Fuglfjarða Kirkju.

Orsøkin hjá mær at skriva um hetta er, at eg sum urguleikari í kirkjum í meir enn 40 ár vil gera vart við, hvussu nógv tað hevur at týða, at sangurin hevur hóskandi ”ferð”, so øll kunnu syngja við, serliga tey eldru/gomlu.

Eg havi í míni tíð lagt serliga stóran dent á at halda nótan rættan við røttu taktini. Hetta hevur í mongum føri skapt trupulleikar hjá fleiri, tí  tey ikki kunnu fylgja mær, men sum tíðin leið, gjørdist hetta betri og elvdi til ”betri” sang.

Eg havi ikki lært at spæla, so alt er sjálvlært, men við skili fyri nótaspæli havi eg verið rættuliga góður sangari.

Í dag eru flestu kirkjuorganistar lærdir, so førleikin er í topp, men í samband við teirra spæl í kirkjum, so tykir mær, at hesir ikki hava ans fyri førleikanum at syngja hjá vanliga kirkjufólkinum, men heldur vísa ”síni evni” við tangentarnar.

Annars tykir mær, at rytman í sanginum fær okkum at svinga eins og eitt pendul, sjálvt tey, ið ikki lesa nótar.  Tað er eins og um tú heingir eitt lodd í ei tráð, heldur hin endan í hondini og fær loddið at svinga, men hevur tú ikki røttu rytmuna, so kemur ólag á ferðina hjá loddinum!

Eg eri sum oftast í kirkju aðrastaðni, tá eg ferðist í Føroyum, og í onkrum føri vil eg ikki syngja við, men siti heldur og lurti eftir framkomna orgulspælinum. Tekstin í sálmunum kenni eg so gott sum allar eftir so langt áramál við kirkjuorgul.

So mín áheitan á tykkum ”lærdu” organistar”: Seti ferðina niður, so vanlig kirkjufólk kunnu syngja við og skilja tekstin!

Eyðun Mohr Viderø
20.03.2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo