Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er eittans mál er á skránni á tingfundinum sum byrjar klokkan 10 í dag - Uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

Uppkostið kemur í kjalarvørrinum av byggigøluni við H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, sum bæði er blivan nógv, nógv dýrari enn upprunaliga ætlað og har tíðarætlanin heldur ikki hevur hildið.

Ein drúgv frágreiðing liggur sum grund undir orðaskiftinum í dag.

Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá tinginum, har eisini ber til at fylgja við orðaskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo