Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sigur sambært Reuters, at parlamentið fer at samtykkja NATO-umsóknina hjá Svøríki í dag.
Atkvøðugreiðslan verður eftir klokkan 15 okkara tíð, sambært svensku tíðindastovuni TT.
Eftir at Ungarn hevur sagt ja, so kann Svøríki gerast limur í NATO í hesi vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo