Um nakrar dagar verður Eyðun Johannessen, leikstjóri, 80 ár. Hóskvøldið tann 26. apríl verður bók løgd fram, sum í brotum lýsir lívið hjá manninum, sum legði lunnar undir nýggjan føroyskan sjónleik. Bókin er eisini fyrsta sjónleikarsøga okkara í brotum.
Hesir báðir tættir hanga sama sum krókur og lykkja, so væl bregdaðir saman, at tú fært valla tosa um annan uttan eisini at tosa um hin.
Tá ið tikið verður samanum, hevur so hesin spegilin, ið Eyðun saman við øðrum setti upp fyri okkum fyri hálvari øld síðan, verið við til at broyta nakað? Hevur hann rúmkað okkum samfelagið? Hevur hann fingið okkum at pilka onkran fordómin niður?
Fyrireikararnir ætla at varpa ljós á hetta hendingaríka lívið við samrøðum, upplestri, kvøðum, sangi og tónleiki.
Tiltakið byrjar klokkan 21.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo