Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 20. desembur 2022 stendur tíðindaskriv frá Fjarhitafelagnum á portalinum Orkan.fo:

 http://orkan.fo/storur-ahugi-fyri-fjarhita-i-havn

Í hesum sambandi kundi eg hugsað mær at fingið greið boð.

Okkara hús frá 80’unum í Vesturbýnum í Havn eru hitaði við olju. Vit ynskja fegin at skifta til aðra loysn, og her havi eg eitt serliga gott eyga á fjarhita, sum fyri mær tykist at kunna veita nóg mikið av hita til eldri hús, og sær út til at loysnin hevur støðuga veiting.

Eg havi sum so einki ímóti at rinda ein hægri prís fyri betri tænastu. Hiti er nakað, sum bara skal rigga, og tá eg tendri heita vatnið ella skrúvi radiatorin frá, vil eg kenna, at hiti kemur á. Tó skal tað vera rímiligt.

Lurtaði við andakt eftir fyrilestrunum á Ósvart ráðstevnuni í eini vón um, at nøkur brúkilig boð kundu koma, um hvat ætlanin við fjarhitanum er, men ak...

Har kom einki. Nú síggi eg so tíðindaskriv frá Fjarhitafelagnum, sum heldur ikki sigur nakað sum helst, uttan at fólk liggja á knøum fyri at sleppa inn um. Og gott er tað, tí um fleiri sleppa á netið, so verða fleiri at rinda íløguna aftur, og tað gjaldið kann javnast út á fleiri brúkarar, so ikki bert tey somu 1.700. sum vit hava hoyrt um í áravís, skulu rinda íløgurnar.

Men tað tykir mær á ein heldur arrogantan hátt, at mann skal sjálvur skaffa eitt grannalag ella ein býarpart fyri so at fara á knø fyri Fjarhitafelagnum, og kanska, bara kanska, vil felagið vísa miskunn og taka tey við. Eisini verður nevnt upp í fleiri ferðir, at 70-80% skulu binda seg til fjarhita, um tey yvirhøvur skulu koma í viðgerð. Men 70-80% av hvørjum? 10 húsum? 100? 1.000?

Hevði tað ikki verið munandi lættari fyri okkum borgarar í Tórshavn, um Fjarhitafelagið meldar greitt út, at vit ætla okkum her og har og koma ongantíð til onnur øki. So var greitt fyri øllum, nú vit skulu velja, um vit sláa okkum saman og biðja um fjarhita, ella vit gera stórar íløgur í aðra loysn. Tað eru eisini fleiri býlingar, sum ikki hava skipað eigarafelag, har hvør einstøk búeind er sjálvstøðug. Serliga í økjum umkring vesturbýin.

Tað tykist mær eisini eitt sindur løgið, at mann hevur grópað allan Landavegin upp fyri at leggja eina høvuðsleiðing, sum ikki sær út til at skula til nakað hús, framvið Landavegnum. Tað koma jarðhitahol, og hitapumpur verða settar upp í økinum við fullari ferð, so tað verður við tíðini verri og verri at røkka 70-80%. Ella við øðrum orðum, so verður tað minni og minni áhugavert at taka býlingarnar uppí.

Heilt einfalt havi eg ongan áhuga í at gera íløgur fyri 100.000-300.000 krónur uppá eina loysn í dag, og so um trý til fimm ár fáa at vita, at vit fara at leggja fjarhita framvið markinum hjá tær. Tað gevur onga rationella meining. So eg fari at brúka olju, inntil eg fái svar.

Tí spyrji eg:

- Hvørjar býlingar/býarpartar ætlar Fjarhitafelagið at geva tilboð um íbinding tey næstu árini? (serliga framvið nýggju høvuðsleiðingini á Landavegnum)

- Nær væntast greið boð og ein tíðarætlan?

- Verða húsarhald boðin við?

Eg havi fyrr spurt felagið beinleiðis, men bleiv ikki øntur aftur, so eg vænti ikki, at nakar fer at svara hesum heldur. Men nú eru spurningarnir settir.

Vinarliga
Hans Anfinnson Norðfoss

p.s. Ráðstevnan Ósvart bleiv marknaðarførd við, at vit endiliga fáa svar uppá, hvørt okkara øki skal hava fjarhita, jarðhita ella hitapumpu, men heldur ikki hetta bleiv svarað greitt. Nær kemur Tórshavnar Býráð okkum til hjálpar í hesum frumskógi?

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo