Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Reglugerðin um óljóð frá skipum, sum kommunurnar í felag samdust um at seta í verk, skal endurskoðast í seinasta lagi 31. januar 2023. Reglugerðin hevur ført við sær, at borgarin framhaldandi onga rættartrygd hevur. Kommurnar fingu, við góðkenning frá landsstýrismanninum, grønt ljós til framhaldandi at útseta fólk fyri skaðiligum larmi.

Góða Ingilín D. Strøm

Hetta árið, felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum hevur verið í gildi, hevur Heimafriður óteljandi dømi um, at reglugerðin ikki virkar eftir endamálsorðingini. Reglugerðin hevur einans verið brúkt til at heimila kommununum at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju. Ásetingarnar í reglugerðini hava tíverri ikki vart borgaran, men tvørturímóti longt um status quo.

Um málið um óljóð frá skipum skal loysast til frama fyri heimafriðin og heilsuna hjá fólki nær havnaløgunum í Føroyum, má umhvørvismyndugleikin í Føroyum átaka sær uppgávuna at loysa málið og tryggja rættartrygdina hjá borgarum við kunngerð.

Umframt við kunngerð at tryggja borgaran eigur at verða miðað ímóti, at Umhvørvismálaráðið fer at umhvørvisgóðkenna havnirnar í Føroyum.

Felagið Heimafriður er av tí áskoðan, at havnir skulu bólkast sum kap.5 virksemi, og tí skulu hava umhvørvisgóðkenning. Kommunur kunnu ikki hava eftirlit við egnum útbúnaði, virkjum ella fyritøkum, sbr. §31 í kunngerð nr. 53 um umhvørvisreglur, hvørki tá tað ræður um óljóð ella um aðra dálking, tí royndirnar siga okkum, at hjá kommununum koma inntøkurnar framum heilsu og trivnað hjá fólki.

Heimafriður heitir í opnum skrivi til landsstýriskvinnuna, Ingilín D. Strøm, um at taka sær av hesum máli, so tað verður loyst til frama fyri heilsuna hjá fólki og til verju fyri umhvørvið.

Niðanfyri er hoyringssvarið frá Heimafriði, sum varð sent Umhvørvis- og vinnumálaráðnum tann 13. september í fjør.

Við vón um virðiliga viðgerð.

Hoyrinssvar til eftirmeting av Kommunalu Reglugerðini um óljóð frá skipum.

13.sept. 2022
Trina Elttør Eysturoy

Innihaldsyvirlit
Kommunala reglugerðin leingir um status quo    3
Royndir av Yantarnyy undanfarin ár    3
Tíðarrensl – Borgarar órógvaðir av Yantarnyy í 2022    3
Kommunurnar virða ikki kommunalu reglugerðina    4
Bannað skip fara í aðra havn    5
Hámarksvirðið og tillaginargartíð    5
Seks mánaðar freist at gera ábøtur    5
Ljóðmátingar    5
Ljóðmátingar á Signabø í 2022    5
Umhvørvisstovan eingin eftirlitismyndugleiki    6
48 samdøgur, men Yantarnyy er einki eindømi    6
Tal á klagum í 2022    6
Samandráttur og niðurstøða    7
Burðardyggur trivnaður    7
Fyri at loysa trupulleikan    7
Demoklessvørið hjá Umhvørvis- og vinnumálum má fella    7
Tilvísingar    8

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Kommunala reglugerðin hevur als ikki virkað eftir endamálsorðingini, men er í staðin blivin brúkt til at heimila kommununum at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju. Eingin bati er at hóma um rættartrygdina hjá borgarum og kommunala reglugerðin tykist bert at verða brúkt til, sum longst at leingja status quo.

Fyrst av øllum gjørdu kommunurnar av at seta desibel-mørkini nógva ferðir hægri enn hvat almenna lógaruppkotið hjá Helga Abrahamsen mælti til í tráð við altjóða tilmæli.

Hyggja vit eftir handfaringini hjá kommununum av kommunalu reglugerðini, so kann staðfestast, at hon mangan ikki verður fylgd, og at hon ikki er til frama fyri heimafriðin hjá borgararum. Eisini gongur sjón fyri søgn, at eingin eftirlitismyndugleiki er at kanna handfaringina hjá kommununum, eins og tað er vorðið okkum greitt, at samstarvið ímillum kommunurnar als ikki er nøktandi ella heilt einfalt ikki eksisterar.

Bert 19 dagar gingu frá tí, at reglugerðin kom í gildið tann 1.januar 2022, til hon so dyggiliga varð brotin. Hetta hendi, tá Yantarnyy í Ánirnar og í samfull 18 samdøgur og breyt kommunalu reglugerðina um mest loyvdan larm.

Felgið Heimafriður kann vísa á ógvuliga mong dømi og nógvar manglar í hesum hoyringssvari til eftirmetingina. Mett verður tó, at tað er ríkiligt at brúka skipið, Yantarnyy, higartil í 2022, sum dømi.

Royndir av Yantarnyy undanfarin ár
Undanfarin ár hava borgarar í Runavík, Ánunum, Oyrareingjum og á Signabø klagað um skipið, Yantarnyy.

Hetta er eitt skip, ið vit kenna sera væl.

Á summri 2020 lá Yantarnyy við bryggju í Ánunum. Eftir at borgarar í Ánirnum høvdu gjørt vart við seg, sendi virkandi varðaborgarstjórin, Signhild V. Jóhannesen, boð eftir Steingrund Akustikk, sum gjørdi ljóðkanning av Yantarnyy. Henda ljóðkanningin vísti púra greitt, at borgarar í Ánunum vórðu útsettir fyri órímilga nógvum larmi, og niðurstøðan í kanningini var millum annað soljóðandi: “Mátaða óljóðið er meir enn 17 dB omanfyri hámarkið, sum er heilt ræðuliga nógv” [1].

Tann 8.maj 2021, sendu borgarar í Ánunum eina felags áheitan til Klaksvíkar kommunu við einum lista av skipum, sum órógva av tí ringasta, og bønaðu kommununa um, at hesi ikki skuldi sleppa í Norðhavnina aftur. Yantarnyy var á hesum lista[2].

Runavíkar kommuna hevur undanfarin ár ásannað, at Yantarnyy er eitt av teimum mest larmandi skipunum, og hevur av sínum eintingum - áðrenn kommunala reglugerðin kom í gildið - sett skipið á ein „svartalista“[3].

Hóast allar kommunurnar kenna væl til Yantarnyy, sum eitt av teimum mest larmandi skipunum og hevur verið borgarnum til stóran ampa, so legði júst hetta skipið at í Ánunum fáar dagar eftir, at kommunala reglugerðin kom í gildið.

Tíðarrensl – Borgarar órógvaðir av Yantarnyy í 2022
19.januar: Yantarnyy liggur í Ánunum í 18 samdøgur. Í hesum tíðarskeiði fær Felagið Heimafriður nógvar klagur frá fólki, sum ikki orka at vera heima hjá sær sjálvum. Felagið boðar myndugleikunum frá og skrivar tíðindaskriv[4], men onki hendir.

1. februar: Umbøn um innilit í ljóðmáting verður send til Klaksvíkar kommunu, men enn vantar svar frá kommununi. Okkum kunnugt ger Klaksvíkar kommuna ikki ljóðkanningar.

28. januar: Eftir, at borgari hevur vent sær til Umhvørvisstovuna um hjálp, frásigur Umhvørvisstovan sær alla eftirlitisábyrgd hesum viðvíkjandi og vísur til kommunalu reglugerðina[5].

21. mars: Yantarnyy er aftur í Ánunum og klagur frá borgarum og Felagnum Heimafriður verða sendar, men einki svar.

19. apríl: Yantarnyy á Sundi. Sambært samtalu við Bárður Michelsen, varð ljóðmáting gjørd av Yantarnyy tann

20. apríl. Í mun til markivirðini í kommunalu reglugerðini var ljóðstyrkin frá Yantarnyy ov høg. Umboðsfelagið hjá Yantarnyy fær tá freist til 20.oktobur at gera ábøtur. Felagið Heimafriður verður kunnað um hetta tann

29. august[6].

10. maj: Yantarnyy í Kollafirði og borgarar og Felgið Heimafriður klaga í fleiri døgn um skipið, tí fólk fáa ikki frið heima.

26. maj: Yantarnyy á Oyrareingjum og borgarar og Felagið Heimafriður klaga í fleiri døgn um skipið, tí fólk fáa ikki frið heima.

27. juli: Yantarnyy aftur á Oyrareingjum og aftur klaga borgarar í fleiri døgn og Felagið Heimafriður um skipið, tí fólk fáa ikki frið heima.

27. august: Yantarny aftur á Oyrareingjum. Enn einaferð klaga borgarar í fleiri døgn og Felagið Heimafriður um skipið, tí fólk fáa ikki frið heima. Eisini verður spurt um at leggja skipið til landstreym.

Kommunurnar virða ikki kommunalu reglugerðina

Kommunalu ljóðmátingarnar forða ongum ampa
Hóast bæði ávaringar, kanningar og at kommununar vóru væl vitandi um, at Yantarnyy er eitt av teimum skipunum, sum órógvar mest, valdu kommunurnar ferð eftir ferð at loyva hesum skipi í føroyska havn, hóast hetta elvdi til stóran ampa fyri borgararnar.

Okkum kunnugt, gjørdi Klaksvíkar kommuna onga ljóðkanning av Yantarnyy í januar/februar 2022. Um Klaksvíkar kommuna, sambært punkt 1.2 í kommunalu reglugerðini, man hava mett, at larmurin frá Yantarnyy ikki er „óneyðugur larmur“, kunnu vit bara gita um. Felagið Heimafriður metir, at Klaksvíkar kommuna við hesum onga virðing hevur víst kommunalu reglugerðini.

Hóast Tórshavnar havn við egnari ljóðmáting hin 20.apríl kundi skjalfesta, at Yantarnyy larmaði omanfyri markvirðini í kommunalu reglugerðini, so hevur skipið síðani allíkavæl ligið fýra ferðir við bryggju í Tórshavnar havn. Hetta ber til, tí sambært punkt 4.6 í kommunalu reglugerðini, hava skip seks mánaðar freist at gera ábøtur. Hetta er ikki í lagi. Sjálvsagt skulu skip, sum longu eru staðfest at larma omanfyri ásetta markvirðið, ikki sleppa til bryggju aftur at órógva borgarar í kommununi, júst soleiðis, sum tað verður praktiserað í okkara grannalondum, td Norra og Danmark.

Bannað skip fara í aðra havn
Felagið Heimafriður hevur fleiri ferðir staðfest, at skip, sum verða bannað í einari havn, fara beinleiðis í aðra havn at umskipa. Hetta er brot á punkt 1.3. í kommunalu reglugerðini og vísir greitt, at samstarvið ímillum kommunurnar ikki virkar.

Hámarksvirðið og tillaginargartíð
Sum Felagið Heimafriður áður hevur gjørt vart við, so er hámarksvirðið í kommunalu reglugeriðini sett alt ov høgt, og er ikki í tráð við alttjóða tilmælir, eins og tað heldur ikki er í tráð við aðrar umhvørvisgóðkenningar um óljóð hjá Umhvørvisstovuni. Haraftrat er tillagingartíðin bæði órímiliga og óneyðuga long.

Í flestu umhvørvisgóðkenningum hjá virkjum, sum eru bólkaði sum kap.5 virksemi í umhvørvisverndarlógini, eru fylgjandi uttandura hámarksvirðir til búðstaðarøkir galdandi:

35dBA (nátt) -        45 dBA (dag)  -      40 dBA (kvøld og hvíludagar)[7]

Vit meta, at havnirnar eiga sjálvsagt at fáa somu treytir, sum privata vinnan og líknandi vinnuvirksemi.

Seks mánaðar freist at gera ábøtur
Tá havnirnar sjálvar hava staðfest, at larmur frá skipi er omanfyri hámarksvirðið, fáa umboðsfeløgini og reiðaríini órímiliga og óneyðuga langa tíð at gera ábøtur á skipini[9]. Heili seks mánaðar. Ímeðan sleppa hesi skip aftur og aftur í havn at órógva. Úrslitið av hesum er, at eingin verulig minking er av ampum av óljóði frá skipum. Í prinsippinum viðførir hetta, at larmur verður loyvdur í óavmarkaða tíð.

Ljóðmátingar
Tá talan er um kontinueriligt og tonalt ljóð, serliga gjøgnum longri tíð, og harafturat í hvíldar- og náttartíð, eigur tað av røttum at geva revsi-desibel. Hetta verður ikki gjørt ella tikið hædd fyri.

Um fleiri ljóðkeldur eru, eigur hædd at vera tikin fyri óregluligum óljóði og eisini her eiga revsi-desibel at verða givin. Hetta verður ikki gjørt ella tikið hædd fyri.

Pulserandi óljóð eigur harafturat eisini at geva revsi-decibel. Hetta verður heldur ikki gjørt ella tikið hædd fyri.

Tá talan er um óljóð av hesum slag (skipsmotorar, nærendis búðstaðarøkjum), er tað bæði pulserandi, óregluligt, kontinuerligt og við hvørt tonalt. Harafturat er ljóðið áhaldandi bæði á náttartíð og í hvíldartíð.

Tískil má sigast, at í kommunalu reglugerðini verður hædd ikki tikin fyri, hvat slag av ljóði talan er um, eins og hædd heldur ikki verður tikin fyri at verja umhvørvið fyri óljóðinum.'

Ljóðmátingar verða ikki gjørdar av øllum skipum. Tískil koma nøkur skip aftur og aftur í føroyskar havnir at órógva, uttan at hetta kann skjalprógvast við øðrum enn klagum. Alt ov langa seksmánaðarfreistin til avvarðandi umboðsfelag dregur út. Í praksis merkir hetta, at borgarar skulu bíða í endaloysi eftir at fáa frið.

Ljóðmátingar á Signabø í 2022
Hvørjaferð eitt skip órógvar á Signabø, ger Felagið Heimafriður ljóðmátingar. Allar skjalfestar mátingar vísa eitt ov høgt ljóðvirðið í mun til alttjóða markvirðir og tað, ið menniskju tola. Hjálagt hesum skali eru ljóðkanningar á Signabø í 2022[10].

Tað er ræðandi, at kommunurnar so ofta útseta sínar borgarar fyri óneyðugum og skaðiligum larmi frá skipum.

Umhvørvisstovan eingin eftirlitismyndugleiki
Felagið Heimafriður undrast á, at ein eftirlitismyndugleiki sum Umhvørvisstovan frásigur sær eftirlitsábyrgd. Í praksis merkir hetta, at eingin hevur eftirlit við, um og hvussu kommunurnar handfara kommunalu reglugerðina um óljóð. Tað tykist sum, at Umhvørvisstovan hevur slept endanum, hóast Umhvørvisstovan er við í arbeiðsbólkinum og í grundini tænir landstýrinum, sum í sínum samgonguskjali hevur sett sær fyri at loysa trupulleikan.

48 samdøgur, men Yantarnyy er einki eindømi
Síðani 1.januar 2022 hevur Yantarnyy ligið seks ferðir við bryggju ímillum 5 og 18 samanhangandi samdøgur á hvørjum stað, har klagað hevur verið. Hetta merkir, at Yantarnyy higartil í ár hevur órógvað borgarar í Ánunum, Signabø og á Oyrareingjum í 48 samdøgur. Í samfull 48 samdøgur hava borgarar ikki fingið hvíld ella dygdarsvøvn heima hjá sær sjálvum. Mest ræðandi er tó, at Yantarnyy bara er eitt av mongum dømum, sum Felagið Heimafriður kundi víst á.

Tal á klagum í 2022
Higartil í ár eru 90 klagur sendar til felagið[11]. Klagur, har fólk føla seg noyddan at seta seg í samband við Felagið Heimafriður, tí tey ikki fáa frið við hús fyri skipslarmi. Eisini vita vit, at fleiri halda seg aftur at senda klagur og onnur gevast á hondum, tí eingin munagóð broyting er í eygsjón.

Samandráttur og niðurstøða

Kommunala reglugerðin virkar ikki eftir endamálsorðingini, men verður í staðin brúkt til at heimila kommununum at útseta borgarar sínar fyri skaðiligum larmi frá skipum við bryggju, og sum longst at leingja status quo,. Hetta er skipið Yantarnyy eitt sera gott dømi um.

Ljóðmátingarnar, sum kommunala reglugerðin áleggur kommununum at gera av larmandi skipum, vísir seg ikki at gera annað enn at staðfesta, at skip larma. Havnamyndugleikarnir eru ikki óheftir og hava ikki neyðugan kunnleika til at skilja ljóðið, sum mátað verður. Tí verða neyðug atlit ikki tikin fyri, hvat slag av ljóði verður mátað.

Heldur ikki samarbeiða kommununar, sum teimum er álagt í kommunalu reglugerðini. Hetta síggja vit, tá ein kommuna hevur bannað einum skipið, so er tað farið beinleiðis í aðra kommunu at liggja.

Hámarksvirðini í kommunalu reglugerðini eru alt, alt ov høg, og tillaðingartíðin er órímiliga og óneyðuga long. Aftrat kemur, at seksmánaðafreistin at gera ábøtur í prinsippinum heldur ganginum koyrandi í óavmarkaða tíð.

Umhvørvisstovan hevur frásagt sær umhvørviseftirlitið á kommunalu havnunum, og tí er einki eftirlit yvirhøvur, hvussu kommunurnar handfara kommunalu reglugerðina, og tað hevur havt við sær, at tað als onga avleiðing fær, at kommunurnar bróta kommunalu reglugerðina.

Burðardyggur trivnaður
Felagið Heimafriður metir, at fremsta uppgávan hjá eini kommunu og kommunufelagnum er at tryggja burðadyggan trivna hjá sínum borgarum. Sum støðan er nú, meta vit ikki, at kommunurnar ella kommufelagið megna hesa uppgávu, hvørki við kommunalu reglugerðini ella við at samstarva við hvørja aðra.

Tær 90 klagurnar higartil í ár – sum eru ein klaga fyri hvønn 2,5 dag - vitna um, at kommunurnar megna ikki ella hava ikki viljan til at loysa trupulleikan.

Fyri at loysa trupulleikan
Felagið metir, at tað skal verða strangliga álagt havnamyndugleikum at handla uppá klagur frá borgarum.

Um ein klaga kemur frá borgara, um at tey verða órógvað av larmi frá skipum, skal havnamyndugleikin boða bæði skipi og reiðaríi frá og krevja, at skipið dempar larmin umgangandi – og vísa skipinum úr havnini, um hetta ikki verður fylgt. Vit vilja minna á, at ljóðmátingar, í sær sjálvum, ikki minka um larmin ella betra um svøvnin hjá fólki. Vit vilja eisini minna á, at larmur eisini er heilsuskaðiligur fyri tey, sum ikki klaga og kanska enntá halda seg tola larmin væl. Fólk, sum búgva nærendis hesum ágangi eru í øktum vanda fyri álvarsligum heilsuvandum.

Eisini metir Felagið Heimafriður, at strangari markvirði og treytir mugu setast til 24-tíma havnir, og vísa við hesum til eitt nú Norra, har skip als ikki sleppa at larma inni á 24-tíma havnum. Har skal tað eisini vera friður um náttina.

Demoklessvørið hjá Umhvørvis- og vinnumálum má fella
Um málið um óljóð frá skipum skal loysast til frama fyri heimafriðin og heilsuna hjá fólki nær havnaløgunum í Føroyum, má Demoklessvørið fella og uppruna kunngerðin hjá landstýrismanninum setast í gildi.

Umhvørvis- og vinnumálaráði brúkti nevnliga demoklessvørið, sum ímynd av at kunngerðin hongur yvir kommununum, um tær ikki sjálvar megna at loysa málið við kommunalu reglugerðini.

Kommunurnar hava enn einaferð víst, at tær megna ikki at loysa málið um óljóð frá skipum. Áður nevnd dømi tala fyri seg, og tað er óneyðugt at leingja pínuna.

Útyvir umtalaðu kunngerðina, eigur at verða miðjað ímóti, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið fer at umhvørvisgóðkenna havnirnar í Føroyum.

Felagið Heimafriður er av tí áskoðan, at havnir skulu bólkast sum kap.5 virksemi, og tí skulu hava umhvørvisgóðkenning. Kommunur kunnu ikki hava eftirlit við egnum útbúnaði, virkjum ella fyritøkum, sbr. §31 í kunngerð nr. 53 um umhvørvisreglur, hvørki tá tað ræður um óljóð ella um aðra dálking.

Tilvísingar
[1] Fylgiskjal 1. Ljóðkanning: Klaksvíkar Kommuna – óljóð frá skipum í Ánunum
[2] Fylgiskjal 2. “Felags umbøn frá borgarum í Ánunum.”
[3] Sambært upplýsingum frá Runavíkar Havn
[4] Fylgiskjal 3. Tíðindaskriv 05.02.22: Kommunala reglugerðin um markvirðir er til fyri at rættvísgera larm frá skipum!
[5] Fylgiskjal 4. Svar frá Umhvørvisstovuni 28.januar 2022
[6] Felagið hevur ikki mótikið klagur tá skipið lá á Sundi.
[9] Punkt 4.6. í kommunalu reglugerðini
[10] Fylgiskjal 6 og 7: Ljóðmátingar á Signabø 2022
[11] Fylgiskjal 5: Antal av klagum, orsøk og staðseting.
[12] Yantarnyy lá tómur í Runavík við líttlum ljósmotori, sum ikki órógvaði stórvegis.

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 271807

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo