Hósdagin 4. januar kl 16.30-18.00 verður opið hús í frískúlanum Lítlaskúla. Her verður høvi hjá børnum og foreldrum, sum umhugsa, ætla at ella hava skrivað børnini inn í skúlan, at síggja karmarnar, hitta starvsfólk og næmingar, og hoyra um virksemi skúlans.
Umframt eina stutta framløgu frá leiðarunum á ávikavist skúlanum og frítíðarskúlanum, fara foreldur og næmingar eisini at siga frá teirra upplivingum. Floksstovurnar verða opnar, undirvísingartilfar og annað liggur frammi, og fimleikarhøllin er klár til spæl, tá børnini hava hoyrt nokk um námsætlanir og matarskipanina (!).
Lítliskúli hevur síðan 2016 arbeitt við floksstødd á mesta lagi 16, sum er í tráð við eitt av høvuðstilmælunum í nýggjasta Fólkaskúla-álitinum. Hetta ger, at lærararnir kenna børnini væl og kunnu laga undirvísingina til tørvin hjá einstaka næminginum. Lítliskúli brennur fyri fjølbroyttari undirvísing, at ymiskleiki er ein dygd, at varðveita nátúrliga forvitnið hjá børnunum – og at børnini hvønn dag skulu gleða seg til at koma í skúla!
Meira kann lesast um skúlan á heimasíðuni www.litliskuli.fo, har innskrivingarskjalið eisini sæst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo