Í samband við stóru samanleggingina millum Bilrøkt og Wenzel, hevur nýggja verkstaðið, sum nú húsast í nýggjúm snotiligum hølum á gamla Velbastaðsvegi 15, opið leygardagin!
Opið hús er millum kl 14-17, har starvsfólkini fara at grilla pylsur og so er bilasølan hjá Wenzel eisini opin.
Í nýggja bygninginum koma Wenzel Service og Wencel Goymsla at halda til.
Gamla verkstaðið verður lakkverkstað sum letur upp í august 2023.
Fyriskiparirnir bjóða øllum vælkomnum til eina hugnaliga løtu. Á myndini síggjast Oddmar og Teitur, eigari og leiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo