Við hesum loyvi eg mær, sum fakfólk, avvarðandi og samfelagsborgari at stíla brævið til tygara.
Orsøkin til, at eg sendi tygum hettar brævið, er fyri at gera vart við støðuna hjá børnum og foreldrunum hjá teimum, ið hava álvarsligar máltrupulleikar av ymiskum orsøkum.
Í gerandisdegnum møti eg foreldrum, sum berjast fyri, at børn teirra skulu fáa ta hjálp, sum teimum tørvar og hava rætt til. Tey mugu renna frá Peri til Pól, men ongin hjálp er at heinta. Tað virkar sum um at samfelagið – almennu Føroyar - góðtekur hesa støðu og bara yppir øksl.
Vitandi um tey rættindir, sum øll menniskju hava sambært Mannarættindasáttmálanum hjá ST, Barnarættindasáttmálanum og Sáttmálanum sameindu tjóða um rættindi hjá teimum, ið bera brek (ST), kann eg ikki stilltigandi hyggja at.
Eg ørkymlist av støðuni og fari niðanfyri at vísa til
- Sáttmála sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek
Grein 7 Børn, ið bera brek
1. Limalondini skulu taka øll neyðug stig til tess at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum.
2. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað, ið best tænir barninum, vera fremsta atlit
3. Limalondini skulu tryggja, at børn, ið bera brek, hava rætt til frítt at siga frá sínum áskoðanum í øllum málum, sum viðvíkja teimum, at teirra áskoðanir fáa hóskandi atlit samsvarandi aldri og búningarstigi á jøvnum føti við onnur børn, og fáa hjálp samsvarandi breki og aldurstigi at fremja tann rætt í verki.
Eg havi arbeitt innan økið síðan síðst í áttati-árunum. Eg síggi onga framgongd, heldur eina afturgongd í tænastuveitingini til børn, ið hava álvarsligar máltrupulleikar. Ein sernámsfrøðiliga tænasta, sum var uppbygd til børn við álvarsligum máltrupulleikum, er syndrað.
Sum eg síggi tað, eru tað tvey punkt í hesum og tey eru tala og mál. Talan er um talu og úttalu og børn, sum hava eitt ávíst ment talumál. Og um børnini ikki hava eitt talumál, ber ikki til at venja taluna, Tað vil siga, at tað ber ikki til at veita fullgóða tænastu.
Hendan støðan er sera kritisk og átaluverd. Í mai 2009 samtykti Løgtingið sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi einstaklinga, ið bera brek. Sum eg dugi at síggja, eru vit ikki komin langt í at uppfylla rættindindini hjá teimum, sum bera brek.
Hvat tørvar barninum við álvarsligum máltrupulleikum og teimum vaksnu?
Eitt barn við álvarsligum máltrupulleikum hevur tørv á dagligum miðvísum venjingum saman við vaksnum, ið eru førleikament til tað. Tey vaksnu, sum eru um barnið, hava tørv á vegleiðingum og dagligum venjingum, tey hava tørv á at verða førleikament út frá námsfrøðiliga hugtakinum empowerment.
Hví skulu vit geva barninum eitt mál?
Fyri barnsins skuld: Øll børn hava rætt til eitt mál, eisini eitt barn, sum hevur álvarsligar máltrupulleikar.
Gjøgnum Sáttmálan um Mannarættindi hjá ST hevur barnið rættindi at hava eina rødd og hava eitt mál.
Almennu Føroyar skal veita teimum tað, sum skal til, fyri at tey kunnu fáa eitt mál.
Gev barninum eitt mál, fyri barnsins skuld. Gev tí ein møguleika, at føra sína egnu talu, verða lurta eftir, fáa verði luttakandi, fáa ávirkað onnur, fáa ment seg og hava megi og vald yvir egnum lívi. Samfelagið gerst fátækari, tá ið eitt barn ikki hevur eitt mál, eina rødd.
Fyri skuld teirra vaksnu: Gev tí vaksna, sum er um barnið, ein møguleika at fáa samband við barnið og skilja tað. Lat tann vaksna sleppa undan at verða ørkymlaðan, um at ikki at skilja og at barnið ikki skilir. Gev tí vaksna nakað, sum er meiningsfult, at kunna geva barninum nakað, sum gevur meining og at fáa nakað aftur.
Fyri samfelagsins skuld: Tess fleiri, ið hava eitt mál, tess fleiri sjónarhorn eru, tess størri og margfaldnari eru hugskotini og kreativiteturin og tess humanari er samfelagið.
Øll menniskju hava eitt eginvirði, eisini børnini við álvarsligum máltrupulleikum.
Lat okkara grundhugsan verða:
• at vit sikta móti stjørnunum. Kanska náa vit trætopparnar, men; vit mugu sikta eftir stjørnunum fyri at náa trætopparnar.
• at vit hava høgar tankar, dreymar og ynskir fyri eitthvørt barn í Føroyum, eisini fyri tey, sum hava álvarsligar máltrupulleikar.
• at vit virða rættin til at læra, at brúka og menna mál og samskifti.
• at vit virða rættin at verða tikin á álvara.
• at tað er ein grundleggjandi menniskjaligur rættur at hava eitt mál/eina rødd.
Eg trúgvi at Uttanríkis- og Mentamálaráðharrin hevur tað mannasýn: at foreldrini kenna barnið best og vita hvat tí tørvar, og at tygum fara at geva foreldrunum tann ans, og ta virðing tey hava uppiborið sum foreldur. Eg trúgvi ikki, at nakað foreldur setur óneyðug og órímilig krøv, tey ynskja bara barni sínum tað allarbesta og at tað fær síni rættindir, sum tað er berari av.
Sum avvarðandi, fakfólk og samfelagsborgari í Føroyum, eru mínar væntanir, at tygum Uttanríkis- og Mentamálaráðharri virðir tey rættindi, børnini eiga og eru berarar av, og at tygum seta átøk í verk, samsvarandi teimum.
Við virðing
Bjørg av Kák
sernámsfrøðingur, Karlstad-modell vegleiðara lesandi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo