Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu ein flúgvaramotorur man síggja út? Ella undrar tú teg yvir, hvat tað er, sum hendir, tá ið lendingshjólini verða gjørd klár, ella hvar tann sokallaði “svarti kassin” situr?

So er tað í morgin, hósdagin 28. desember millum kl. 16-20,  at tú skalt koma ein túr í hangarin hjá Atlantic Airways á flogvøllinum. Tá verður nevniliga opið hús fyri almenninginum, har høvi verður at sleppa at síggja og hoyra um fleiri støð á flogfarinum, ið tú vanliga ikki sleppur framat.

Til dømis verða hurðarnar til lendingsútgerðina latnar upp, og eisini sleppur tú at lúra inn í motorin.

Teknikkarar hjá Atlantic Airways verða til staðar, og teir fara at vísa fram, greiða frá og sjálvandi eisini svara møguligum spurningum, ið tú hevur.

Tað verður William, nýggi Airbus A320 flúgvaran, sum júst hevur rundað eitt ár, ið verður í hangarinum.

Eisini verður møguleiki fyri at síggja báðar tyrlurnar, Sámal og Ruth, sum báðar eisini verða í hangarinum og latnar upp til almenningin at síggja.

- Vit vilja fegin vísa føroyingum, sum jú eiga Atlantic Airways, hvat tað er, sum vit fáast við hvønn dag. Hetta er eitt fínt høvi hjá flogáhugaðum og eisini hjá børnum at sleppa at síggja partar av einum flogfari ella eini tyrlu, sum tey ikki hava sæð fyrr.

- Vit vóna, at síggja nógv fólk í hangarinum í morgin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo