Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsskjalasavnið: Á hvørjum ári verður, í øllum norðurlondum, hildin Skjalasavnsdagur í november mánaði.

Vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað bert starvsfólk á savninum, ið hava atgongd til goymslurnar

Á Landsskjalasavninum eru skjøl og savnindi, ið viðvíkja nærum øllum í Føroyum.

Savnindi frá 1298 og fram til okkara dagar eru til skjals og siga tey øll frá ymsum, ið er farið fram í Føroyum millum ár og dag.

Nógvu skjølini, ið eru varðveitt á teimum fimm kilometrunum av hillum, ið Landsskjalasavnið rúmar, eru keldur til Føroya søgu. Nógv teirra eru nýtt  í sambandi við bókaútgávur, og verða nøkur av hesum tikin fram leygardagin og sýnd fram saman við teimum søguligu og siðsøguligu verkunum tey stuðla undir.

Eisini verður áhugaverdur fyrilestur.

Klokkan 15 fer Sámal Tróndur Finnson Johansen, landsskjalavørður, at halda fyrilestur, ið hann nevnir “Tá Pól hitti krúnprinsin”. Fyrilesturin  byggir á ferðadagbók hjá Pól á Látrinum frá ferð hann gjørdi til Danmarkar í 1836.

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo