Tórshavnar kommuna: Open Space er afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu, ið er ætlað øllum, ið hava áhuga innan integratión, inklusjón og fleirmentanarliga økið.
Orsøkin at Open Space tiltakið eitur soleiðis, er at hetta er ein ávísur háttur, ið verður nýttur eitt nú í prosessfacilitering, soleiðis at luttakararnir fáa eina størri kenslu av ognarrætti og samræði á tiltakinum.
Endamálið við Open Space-tiltøkunum hjá Tórshavnar kommunu, er at innihaldið verður skipað í felag í mun til yvirskipaðu yvirskriftina, sum er løgd fyri dagin, og at vitanin, tankarnir og hugskotini hjá teimum einkultu luttakarunum vera sett í spæl.
Open Space er á skrá tvær ferð um mánaðin, skiftandi dagar og tíðir – lýst verður á "Tórsstovu", ið er facebooksíðan hjá integratiónsøkinum í Tórshavnar kommunu, hvørja ferð. Tiltakið heldur til í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu mitt í býnum.
Evni, ið hava verið á skrá, eru millum annað: felagsdøgurði, framløga av ætlanum innan integratiónsøkið í Tórshavnar kommunu og input til hetta, sosial samvera og børn og málmenning.
Open Space verður aftur á grækarismessu, mánadagin 12. mars, frá kl. 19 til 21, og hesaferð varpa vit ljós á mál og málmenning.
Á skránni er stuttur fyrilestur um mál og málmenning hjá vaksnum, vitanarspjaðing um evnið og síðan kemur Katrin Bjarnadóttir at vísa amboð, ið kunnu brúkast til málmenning og sjálvandi skulu hesi amboð roynast.
Síðan verður Open Space tiltakið aftur 2. apríl – annan páskadag – har øll fara at prýða og rulla páskaregg saman. Meira um hetta tiltakið verður at finna á "Tórsstova", facebooksíðuni hjá Tórshavnar kommunu innan integratiónsøkið, beint áðrenn páskafrítíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo