Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd og byggivinnan hevur í miðal ordrabøkurnar fullar eitt ár fram. Onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni.

Metingar fyri íløgur í gerð og væntaðar íløgur benda á, at eftirspurningurin hjá byggivinnuni framvegis er stórur. Nakrar av teimum størri almennu og kommunalu verkætlanunum verða væntandi lidnar í ár, tó tykist eftirspurningurin hjá almenna geiranum framvegis at verða stórur í 2025. Harumframt veksa privatu íløgurnar væntandi í 2025.

Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni eru fullar eitt ár fram, men onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni.

Búskaparráðið hevur áður gjørt vart við, at tað er óheppið at tað almenna, tað vil siga land og kommunur, leggja óneyðugt trýst á byggivinnuna við at seta stórar byggiverkætlanir í gongd í góðum tíðum, samstundis sum tað privata ger stórar íløgur. Hetta tí eftirspurningurin hjá tí almenna økir uppaftur meira um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni, sum kann elva til lønartrýst í byggivinnuni, og harvið dýrkar byggiverkætlanirnar hjá bæði tí almenna og privata.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo