Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Næsta mikukvøld, sum er mikukvøldið 6. mei kl. 19 - 20 verður ein fyrilestur um positiva sálarfrøði – “GRIT, leiðin til framburð”.

Tað er við Gitte Klein, lærari, master í positivari sálarfrøði og cand. psych.

Seinastu árini hevur man funnið fram til, at GRIT er avgerandi fyri framburð og lívsnøgdsemi. GRIT kann skilmarkast sum áhugi, áhaldni og ágrýtni. Tey, sum hava GRIT, reisa seg eftir mótburð, tey hava resilience. Í fyrilestrinum verður greitt frá GRIT, og hvussu vit kunnu venja GRIT. Tosað verður eisini um munin á talenti, GRIT og arbeiðsinnsatsi. Melda teg her.

13. mei kl. 19 - 20 verður ein fyrilestur við heitinum “Hvussu leiði eg meg sjálva/n ?!” við Jóhannesi Miðskarð, lærara, cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD.

Í hesum fyrilestri verður kannað hvussu sjálvleiðsla kann nýtast í tínum gerandisdegi, soleiðis at ein ynskt broyting hendir rætta vegin. Melda teg til her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo