Í ár eru 25 ár liðin síðani Onkologiska Ambulatorium varð sett á stovn á Landssjúkrahúsinum.
Í tí sambandi verður móttøka á deildini fríggjadagin 10. februar millum kl. 13.00-15.00. Hetta er á triðju hædd í G bygninginum.
Landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálum, umboð fyri Krabbameinsfelagið og onnur við tilknýti til deildina verða hjástødd.
Móttøkan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo